Norðlýsið hevur fingið innlit í kostnaðarmetingar og fíggjarligu útrokningar, sum eru grundarlag undir nýggju sjóhitaskipanini, sum Klaksvíkar Kommuna sigur fer at spara stovnunum hjá Kommununi nógvar pengar. Tølini, sum verkætlanin byggir á vísa seg at verða sera positiv og kanska veruleikafjar. Í øllum førum kunnu vit staðfesta at oljuprísurin skal hækka eina heila krónu um nýggja sjóhita/pumpuskipanin skal klára, at halda orkuútreiðslurnar á sama støði, sum verandi skipan, har elstu partarnir eru frá 1969
Norðlýsið hevur fingið innlit í kostnaðarmetingar og fíggjarligu útrokningar, sum eru grundarlag undir nýggju sjóhitaskipanini, sum Klaksvíkar Kommuna sigur fer at spara stovnunum hjá Kommununi nógvar pengar. Tølini, sum verkætlanin byggir á vísa seg at verða sera positiv og kanska veruleikafjar. Í øllum førum kunnu vit staðfesta at oljuprísurin skal hækka eina heila krónu um nýggja sjóhita/pumpuskipanin skal klára, at halda orkuútreiðslurnar á sama støði, sum verandi skipan, har elstu partarnir eru frá 1969
Tann 31. januar 2013 fær tekniska umsiting, eftir egnari umbøn, eitt tilmæli frá ráðgevandi felagnum S.M.J..
Tilmæli um nýggja orkuskipan umfatar fimm stovnar hjá Klaksvíkar Kommunu; Skúlin við Ósánna, Skúlin á Ziskatrøð, KÍ høllina, Badmintonhøllina og Svimjuhøllina.
SMJ er ein fyritøka, sum selir ráðgeving til hitapumpu skipanir og í tilfarinum sæst at ráðgevingarfyritøkan lýsir hitapumpu skipanina sera jaliga við einum sera høgum og heldur órealistiskum COP virði, sum er eitt virði, sum sigur hvat ein skipan megnar at framleiða í orku.
Eisini eru álvarsligir skeivleikar, tá tølini verða samanborin við verandi skipan hjá Kommununi. Tøl frá kommununi um oljuforbrúk hjá nevndu stovnum eru innroknaði uttan mongdaravsláttur samstundis sum el-forbrúki hjá hitapumpunum eru tøl uttan MVG.
Verandi orkuskipan, har elstu ketlarnir eru frá 1969 (KÍ-høllin) og tann nýggjasti er frá 2010 (Skúlin við Ósánna) verða beinleiðis samanbornir við eina nýtímans hitapumpuskipan, sum mælt verður býráðnum til at keypa. (Verandi orkuskipan: KÍ-høllin 1969, Badmintonhøllin 2006, Skúlin á Ziskatrøð 2002 og Svimjuhøllin 2003)
Kondens-olju-ketlar ella aðrar nýmótans skipanir verða als ikki tiknar upp á tungu og bara ein møguleiki verður umrøddur – nevniliga hitapumpur.
Oljuprísurin, sum verður brúktur til samanbering, er munandi hægri enn verandi oljuprísur, og SMJ skrivar í tilmælinum at oljuprísurin vantandi ferð at hækka munandi um stutta tíð.
SMJ roknar oljuprísin at verða 7,25 meðan veruligi oljuprísurin, sum Klaksvíkar Kommuna rindar í dag íroknað mongdaravsláttur er sambært ojufeløgunum kr. 4,60.
Ein skeivleiki er í tilmælinum frá SMJ, tá sagt verður at orkuframleiðslu-nyttuvirði COP sum nýggja skipanin hjá Klaksvíkar Kommunu ferð at framleiða er 5,0.
Grundgevingin hjá SMJ at brúka hetta talið er tí at víst verður á at orkuskipanin á Boðanesheiminum, sum ráðgevingarfyritøkan sjálv hevur ráðgivið um, megnar at framleiða eitt orkutal sum eitur 5,0 COP.
Tá Norðlýsið spurdi seg fyri á Boðanesheiminum var gjørt okkum púra greitt at hitapumpuskipanin hjá Boðanesheiminum í besta føri megnar at geva eitt COP sum er 3,5 og als ikki megnar at koma nær námint 5,0.
Tað besta sum skipanin hjá Boðanesheiminum megnar at framleiða (COP 3,5) verður í tilmælinum frá SMJ brúkt sum ”Worst Case” hjá nýggju skipanini sum Klaksvíkar Kommuna í dag er í ferð við at innstallera. Eisini sæst í frágreiðing frá ferð í Norra har tekniska umsiting o.o. eru ov vitjað støð við grønari orku, at har verður víst til eitt COP á 3,5.
SMJ skrivar í tilmælinum at…… ” væntast kann at effektiviteturin av verandi skipan er umleið 0,7 ella 70%.”…… Hetta er ein løgin útsøgn tí orkumátingar, sum kommunan hevur til skjals vísa at effektiviteturin hjá verandi skipan er 0,8 ella 80%.
Endaliga metir ráðgevandi felagið SMJ at íløgan í nýggju hitapumpuskipanina fór at kosta kommununi 7,5 mió. kr.. Tí er sera løgið at kommunan ikki kannar aðrar loysnir, tí til samanberingar hevði t.d. ein íløga í nýggjar ketlar kosta kommununi 600.000 kr. og íløga í nýmótans orkusparandi kondens oljufýr hevði kosta 1 mió. kr..
Gegni og ráðgeving
Eftir at Kommunan hevur viðgjørt tilmæli frá SMJ vil kommunan hava eina góðskumeting av verkætlanini og vanliga verður hetta umbiðið frá uttanveltaðum persóni.
Verkfrøðingurin, sum verður valdur at meta um alla verkætlanina er ein av eigarunum av DEMIC, sum leverar umleið 70-80% av øllum hittapumpu skipanum í Føroyum í dag og hann vælsignar verkætlanina og metir at hetta er ein skilagóð íløga fyri Klaksvíkar Kommunu.
Eftir politiska viðgerð verður verkætlanin samtykt í býráðnum og arbeitt hevur síðani verið við at grava upp vegir, leggja rør og gera neyðugar instalatiónir runt um í býnum.
Nýggjar útrokningar – dagsins tøl.
Norðlýsið hevur tosað við óheftar ráðgevara sum kenna væl til nevndu skipanir og hava saman við teimum gjørt meira realistiskar útrokningar rakstrar kostnaðinum hjá nýggju sjóhita/ hitapumpuskipanini, sum Klaksvíkar Kommuna hevur valt at gera íløgur í og sum kanska í dag kostar nærri 9 mió. kr..
Niðurstøðan av hesum metingum eru ikki sørt áhugaverd.
Hóast elstu partarnir av verandi orkuskipan hjá nevndu stovnum í Klaksvíkar Kommunu hava havt eina livitíð, sum nú næstan er 50 ár, so hava vit valt at geva baði hitapumpunum og oljuketil-skipanunum eina felags/eins, livitíð sum vit siga er 20 ár. Harafturat hava vit gjørt tvey roknistykki fyri hitapumpurnar har COP er sett til 3,5 sum er tað sum Boðanesheimið upplýsir og sum vit meta er realistiskt og til COP 5,0 sum ráðgevingin hjá Klaksvíkar Býráð roknar við.
Úrslitið er at nýggja sjóhita/hitapumpuskipanin hjá Klaksvíkar Kommunu kostar umleið 200.000 kr. meira í rakstri um árið enn verandi orkuskipan, sum langt frá kann kallast nýmótans.
Samanborið við t.d. eina nýggja skipan við kondens-olju-ketli er sannlíkt at nýggja skipanin hjá Klaksvíkar Kommunu fer at kostað hálva millión krónur meira um árið í rakstri.
Oljuprísurin skal í minstalagi hækka eina heila krónu áðrenn nýggja orkuskipanin hjá Klaksvíkar Kommunu megnar at halda sama kostnaðarstøði sum verandi gamla orkuskipan har elsti parturin er frá 1969 og nýggjasti parturin er frá 2010.
Politikkur.
Politiskt hevur man ført fram at nýggja orku skipanin fer at spara kommununi nógvar pengar, men tað er beinleiðis skeivt og í besta føri rættuliga ivasamt.
At man politiskt ynskir at sleppa burtur úr oljuni er væl eitt ”nobelt” politiskt stevnumið, men trupult er at skilja hví kommunan so ikki hevur hugt eftir ymiskum møguleikum sum eru á marknaðinum.
Trupult er at skilja arbeiðsháttin hjá kommununi og teknisku umsiting í hesum máli, men út frá tilfarinum er eingin ivi um at umsitingin hevur arbeitt í tættum samstarvið við politisku skipanina.




