Í samband við nýggju sjóhitaskipanina, sum Klaksvíkar Býráð hevur samtykt at byggja, verður ferð eftir ferð ført fram, at Kommunan fer at fáa stóra sparing í oljuforbrúki og rakstri. So seint sum í juni mánað í fjør skrivar borgarstjórin í tíðindaskrivið, at ” Sjóhitin í Klaksvík kann spara heilt upp í 5 mió. litrar av olju um árið”. FRÍGGJADAGIN verður formaðurin í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini, Kristian Eli Zachariasen, gestur í sendingini hjá Norðlýsinum á R7 kl. 14. Evi er Sjóhitaskipanin.
Í samband við nýggju sjóhitaskipanina, sum Klaksvíkar Býráð hevur samtykt at byggja, verður ferð eftir ferð ført fram, at Kommunan fer at fáa stóra sparing í oljuforbrúki og rakstri. So seint sum í juni mánað í fjør skrivar borgarstjórin í tíðindaskrivið, at ” Sjóhitin í Klaksvík kann spara heilt upp í 5 mió. litrar av olju um árið”.
FRÍGGJADAGIN verður formaðurin í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini, Kristian Eli Zachariasen, gestur í sendingini hjá Norðlýsinum á R7 kl. 14. Evni er Sjóhitaskipanin.
Borgarstjórin skrivar m.a.:
– Heilt frá byrjan í hesum valskeiðnum hava vit havt ta visjón, at Klaksvík skal gerast grønari, og at raksturin av kommununi skal gerast bíligari, soleiðis at borgarin eisini kann fáa fíggjarliga ágóðan av hesi framskygdu íløgu, sigur Jógvan Skorheim borgarstjóri.
– Hetta merkir sjálvandi, at fleiri bygningar í Klaksvíkar kommunu ikki verða tengdir at olju framyvir, men skulu brúka elektrisitet í staðin, og havandi í huga stóru orkuútbyggingarnar hjá SEV, so fær Klaksvík grønari orku í framtíðini……
Samlaða oljunýtslan hjá teimum bygningum, sum í dag skullu knítast til sjóhitaskipanina, m.a.: fólkaskúlarnir, fimleikar-, Badminton-, KÍ og Svimjuhøllini er í mestalagið 750.000 litrar av olju um árið tilsamans. Tá skal viðmerkjast at elstu partarnir av verandi hitaskipan eru frá 1969.
Um býráðið við nýggju orkuskipanini ætlar at spara 5 milliónir litrar av olju um árið, so svarar hetta talið til eitt oljuforbrúk, sum er 50 ferðir tað, sum eitt nú Klaksvíkar Svimjuhøll brúkar í dag. Trupult er at skilja hvussu borgarstjórin kemur fram til hesa stóru sparingina og áhugavert er um býráðslimir kundu greina hetta fyri okkum.
Um talan skal verða um nakra veruliga sparing, so má hon væl roknast í mun til aðrar alternativar møguleikar, íroknað nútímans orkusparandi oljuketlar. At brúkað olufýringina í KÍ høllini, sum er frá 1969, sum útrokningargrundarlag gevur onga meining.
Hvussu grøn er sjóhitaskipanin?
Ein annar áhugaverdur spurningur er hvussu grøn verður nýggja orkuskipanin? Hendan spurningin vænti eg mær ikki nakað greitt svar uppá. Men hon skal eisini brúka ravmagn, sum SEV skal framleiða. Og einasti mátin, hjá SEV at frameiða meira orku til Klaksvíkar Kommunu, er at koyra meira ferð á motorarnar inni á Sundi. Útbyggingarnar hjá SEV av vindmyllum og grønari orku, megna ikki eingongd at nøkta – árliga vøksturin – av orkutørvinum hjá føroyska samfelagnum.
Tað er alla æru vert at býráðslimir vilja grøna orku, men trupult er at fáa eygu á nakað veruligt kjak um hendan spurningin. Tað eitt sindur hugstoytt ikki at frætta orð ella eið frá býráðslimum, sum uttan iva kenna væl til nýggju sjóhita skipanina og aðrar ætlanir hjá býráðnum viðvíkjandi grønari orku.
FRÍGGJADAGIN verður formaðurin í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini, Kristian Eli Zachariasen, gestur í sendingini hjá Norðlýsinum á R7 kl. 14. Evni er Sjóhitaskipanin.




