Nú landskappingin í fótbólti nærkast eru fyrireikingarnar um at koma í hæddina.
Stóra áskoðarafjøldin, sum samlast á Djúpumýru, verður rættuliga forkela í ár.
Umframt at Leikskráin hjá KÍ í ár verður ókeypis so fáa allarir áskoðarar sjokulátu
við atgongumerkinum.
Tað er stjórin á Looknorth, Árni Skaale, sum er komin við hugskotinum, og í tí sambandinum eru 10.000 »Looknorth sjokulátur« framleiddar.
Redaktiónin á Norðlýsinum hevur smakka sjokulátuna og skullu vit heilsa og siga at hon smakkar frágera væl.
Við væl smurdum gánum, skuldi tað verið lag á manni at stuðla KÍ verbalt.




