Kl. 15.00 í dag hugleiddi Jógvan Ingvard Olsen um sjólívið í Smæruni.
Kl. 15.00 í dag hugleiddi Jógvan Ingvard Olsen um sjólívið í Smæruni.
Samstundis var ein áhugaverd myndaframsýning í Smæruni við golmum myndum av fólki úr Klaksvík, sum hongur uppi allar torradagarnar.
Hugleiðingin byrjaði við at greina ættarbondini, hvaðani Jógvan Ingvard Olsenvar ættaður. Hann greiddi frá, at áheitanin til hesa hugleiðing helst stavaði frá eini grein, hann hevði skrivað í Norðlýsinum um, at ungdómurin fekk ov lítið at vita um sjólívið á skúlabonki, og at sjómansskapur og sjólívið annars átti at havt ein størri leiklut í undirvísingini í fólkaskúlanum í dag.
Aðrastaðni er Jógvan Ingvard Olsen endurgivin fyri at siga, at “tú kann ikki læra til sjómann”; tó er umráðandi at fáa tann førning frá Skúlanum, at vit liva av fiskivinnuni og at vit eiga at handfara hetta tilfeingið væl.
Í sambandi við tiltøkini í Smæruni plagar eisini eisini “kaffisøla við køkum”.
Í morgin kl. 15 er tað Hanus Lassen, sum hugleiðir um sjólívið.




