Á Føroya Sjómannadegi, sum verður leygardagin 19. august í Klaksvík, verður forkunnug framløga av nýggju filmsverkætlanini “Vandaferð.” Tað er Gudmund Helmsdal, høvundur og leikstjóri, sum leggur fram.
Søgan snýr seg um eina manning av føroyskum sjómonnum, sum undir seinna heimsbardaga silgdu vandasjógv við fiski frá Íslandi til Stóra Bretlands.
Filmurin byggir á endurmenningar eftir Frederik Bláhamar, sum vórðu útgivnar í 1952 í bókini “Ein vandaferð.”
Í 1940 var Bláhamar sjálvur ein av teimum, sum vóru umborð á sluppini Union Jack, ið varð sokkin av einum týskum kavbáti. Eftir 42 útlúgvandi tímar í árabáti megnaði føroyska manningin tó at bjarga sær í land í skotsku Suðuroyggjunum.
Filmsverkætlanin verður ætlandi framleidd av Helmsdal Media, Kykmyndir og GRÓ Studios.


