Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjómannadagurin 2006 ásettur

Oliver Joensen

Avgjørt er aftur at skipa fyri Sjómannadegi í Klaksvík í 2006 og er dagurin ásettur at vera hin 19. august.

Eftirmetingarfundur hevur verið viðvíkjandi Sjómannadegnum 2005 og har bleiv upplýst at dagurin aftur verður hildin í komandi ári og er dagurin ásettur at vera 19. august.
Roknað verður við at tiltakið verður størri í 2006 og tí fara fyrireikingarnar at byrja longu um fáar dagar, tá kallað verður inn til fyrsta fyrireikingarfundin.