Ætlanin er at dagurin skal vera fjøltáttari enn seinast.
Fyrireikararnir siga at góða undirtøkan tiltakið fekk í fjør hevur skunda undir fyrireikingarnar komandi ár og nógv hugskot eru um hvussu dagurin skal gerast meiri fjøltáttaður.
– Í løtuni arbeiða vit við at samskipað dagin og avgera hvussu karmarnir skulu síggja út.
– Eisini eru vit í ferð við at fáa sponsorar til dagin og so skjótt sum vit koma eitt sindur longur fara vit at kalla feløg og onnur saman til fundar.
Meira seinri




