Kl. 16 hósdagin 20. august verður móttøka í deildini hjá EIK í Klaksvík har borgarstjórin, Gunvá við Keldu, setur framsýning av modelskipum hjá listamanninum, Hans J. Fuglø.
Framsýningin av Modellskipum hjá listamanninum, Hans Jacob Fuglø, letur upp við reseptión í Eik í Klaksvík í morgin hósdagin kl. 16.00.
Skráin er henda:
Jógvan við Keldu, ein av fyrireikarunum, bjóðar vælkomið:
Sangur við kvinnubólkinum "Døgg"
Gunvá við Keldu, borgarstjóri, heldur røðu og setur framsýningina
Sangur við kvinnubólkinum "Døgg"
Jákup Sólstein, ein av fyrireikarunum, tekur samanum.
Aftaná er tónleikur við Alex Sólstein á tangentar og Eiler Rasmussen á harmoniku.




