Hvussu nógv fólk var á Sjómannadegnum, kann ein bert gita um, men eitt gott boð er helst einastaðni ímillum 10.000 og 15.000, sum hava verið til tiltøk hjá Føroya Sjómannadegi alla vikuna, sum tiltøkini spjaddu seg yvir.
Men Leygardagurin var stórur. Tá Bubu var á palli leygardagin, eru hesar myndirnar tiknar, men tær vísa bert ein brøkpart av fólkunum, ið vóru á Sjómannadegnum. Frammanfyri bygningarnar við kajkantin, lógu Hans á Bakka og Triton og høvdu opið skip. Norðanfyri undir Berglon var framsýning av motorum og framsýningin hjá Verkstaðnum á Brekku. Stóra trekkplástrið hjá Looknorth, har fleir 1000 fólk vitjaðu at síggja kópakonuminiaturina blíva stoypta og ókeypis vaflur og kaffi vóru á skránni togaði eisini mannamúgvuna sundur.
Niðanfyri gamla Esso bygningin, stóð so langa køin til FISH & CHIPS hjá JFK. Tey á Kósini, við feðgunum Hanus Hansen og Jógvan Hansen fremst, væl flankeraði av tveimum enskum kokkum. Teir byrjaðu klokkan seks á morgni at rigga til, lótu upp um miðdagsleitið og ikki fyrr enn um miðnátt sluppu tey seinastu framat at fáa okeypis fish & chips. Onkur spurdi Hanus nær hann stongdi, svarið kom beinanvegin: “Hetta er sum tá val er, so leingið nakar gongur. so er opið”. Tey lótu um 3.500 fish & chips portiónir um diskin.
Brøkparturin, sum sæst á myndunum ógvusligur á at líta.




