Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjómannadagurin settur í gongd

John William Joensen

So var aftur skipa fyri Sjómannadegi, tann triðji í røðini síðani 2005. Tey mundu vera mong, sum saman við okkum ivaðust í, um ein slíkur dagur kundi gerast á hvørjum ári, og kanska serstakliga orsakað av, at øll tiltøkini á Sjómannadegnum, sambært konseptinum, skuldu vera ókeypis. Tá vit fóru undir hetta tiltak, eitt lítið menn vælskipað toymi, hildu vit, at vit nú skuldu skipa fyri einum tiltakið í Norðoyggjum, sum fyrst og fremst settið sjóvinnuna í fokus. Ein av fortreytunum fyri at vera annarleiðis til summarstevnur og festivalar var, at alt átti at vera ókeypis. Við hesum í huga, varð farið til verka og vit vóru satt at siga ovfarnir av tí uppbakningi vit møttu, fyrst og fremst úr býráðnum.’ Men vinnulívið, tók eisini væl undir og ikki minst reiðaríini, har vit bara møttu vælvild og positivan anda. Ídag kunnu vit staðfesta, at higartil hevur borið til at havt Sjómannadag á hvørjum ári, og sum landið liggur í løtuni, sær eisini væl út fyri Sjómannadegnum 2008. Sigast skal tó, at vit enn ikki eru komnir so langt, sum vit av fyrstan tíð droymdu um. Hvørja ferðir hugskotsfundir hava verið til Sjómannadagin, er nógv komið fram, sum átti at verið við, bæði í kappingum og í framsýningum, so hetta verður avbjóðingin árini frameftir, og ikki minst til Sjómannadagin komandi ár tá Klaksvíkar Kommuna fyllir 100 ár. Í ár verður ymiskligt annarleiðis á Sjómannadegnum enn árini frammanundan. Sjálvandi veldst um veðrið, men í skrivandi stund sær væl út fyri veðrinum, um veðurforsøgnirnar eru bara nøkunlunda eftirfarandi. Á vágni verður nógv størri aktivitetur enn árini frammanundan. Fólk fara helst serstakliga at leggja merki til stóru Træseglskipini, ið fara at sigla til og frá Stangabrúnni. Her er Áhugafelagið Dragin í fremstu røð, og ætlar at hetta skal vera startskotið til eina regattasigling við Træseglskipum. Fert tú ígjøgnum skránna, so verður skjótt varðugur við, at fleiri nýggj fyribrigdi eru komin á skránna og hesaferð eru kvinnurnar helst eisini meira við enn tær hava verið árini frammanundan. Vit sum fyriskipa Sjómannadagin eru ótrúliga fegnir um uppbakkingina vit hava fingið, ikki bert frá teimum sum gjalda gildið, men ikki minni stuttligt er at fáa herðaklapp frá fólki úr øllum landinum, ið hava verið á Sjómannadegnum. Ikki minst hava sjómenn og reiðaríðir allastaðni frá tikið væl undir. Sum sagt, Sjómannadagurin er byrjaður, eftir er bert at vóna at vit fáa so gott veður at vit rættuliga kunnu hugna okkum úti og gloyma vanliga dagliga strevið.