Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjómannadagurin setur upp standmynd

John William Joensen

Í samband við Sjómannadagin verður ein standmynd av einum manni við línu-stampi sett upp norðuri á Stongunum í niðaru enda á omankoyr-ingini sunnanfyri Kjølbro Heilsølu.

Línuveiðan hevur havt sera stóran týdning fyri Klaksvík og Norðoyggjar og tá fyrireikararnir til Sjómannadagin vildu seta eitt varandi minni eftir fyrsta Sjómannadagin í Klaksvík nakrantíð, so var nátúrligt at motivið varð valt úr línufiskiskapinum.
Archibald Black og Ólavur Samson vórðu settir at gera tað listarliga uppskotið og endaliga úrslitið var ein maður við einum stampi, sum skuldi gerast úr jarni. Ímeðan kendi listamaðurin Archibald Black hevur staði fyri tí listarliga, so er tað Ólavur Samson, ið hevur staðið fyri tí handverksliga.
Tað hevur verið arbeitt av kraft við standmyndini seinastu dagarnar og nú er komið somikið langt ávegis, at góðkenning er fingin frá Kjølbro Heilsølu og Býráðnum um hvar myndin skal standa og arbeiði at gera sokkulin er farið ígongd.
Valið fall uppá økið hjá Kjølbro Heilsølu á syðra horninum oman ímóti Stangabrúnni, sum eisini er innkoyringin til stóra línuaktivitetin á landi í Klaksvík og beint á økinum har útróðrarbátarnir vanliga liggja.
Tosað varð eisini um at seta standmyndina oman á stampabrúnna, men eftir gjølla umhugsan varð hildið at hon stóð betur á valda økinum og er har kanska so ásýnilig fyri øll sum arbeiða og ferðast á økinum sum gjørligt.
Ætlanin er, at borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen skal avdúka standmyndina leygardagin 20. august á Sjómannadegnum.