Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjómansmøtini í Betesda

John William Joensen

Aftur í ár verða árligu sjómansmøtini í Betesda. Hetta eru sera vælumtøkt møtir, sum hava verið afturvendandi í meira enn 30 ár

Møtini eru soleiðs skipa at tað eru sjómenn sum vitna og tala. Hetta kemst av at tað er ofta nógv sjófólk heima á jólum og so hevur samkoman givið teimum eitt ella tvey jólakvøld burtur av.

1 . jólakvøld verður tað Jógvan Mortensen & Co sum koma at syngja og leiða felagssangin. Umframt talur og vitnisburð verður solosangur eisini á skránni. 

2. jólakvøld verður tað Betesdakvartettin, sum kemur at syngja fyri okkum og solusangur verður eisini á skránni. Á sjómannsmøtunum verður eisini nógvur felagssangur.

Møtini byrjað klokkan 18 og ynskja vit at síggja so mong sum til ber. 

Vegna fyrireikanar: Rógvi Joensen.

Harleyfacadeacryl