Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjónám farið í summarfrí

Dávur Winther

Síðsta trygdarskeiðið fyri summarsteðgin hjá Sjónám í Klaksvík hevur verið hesa vikuna – byrjað varð mánadagin kl 8.15 og liðugt í dag kl. 16.

Síðsta trygdarskeiðið fyri summarsteðgin hjá Sjónám í Klaksvík hevur verið hesa vikuna – byrjað varð mánadagin kl 8.15 og liðugt í dag kl. 16.

Á hesum skeiðnum, hava Janus Joensen og John Mikkelsen verið skeiðlærararar.

Vanliga eru 12 lutakata á skeiðunum, har m.a greitt verður frá neyðstøðum, tilbúgving, bjargingarbátum, fyrstuhjálp, lívbjargandi fyrstuhjálp, fyrstuhjálparútgerð, samskifti hjartastartara, hvussu kemur tú umborð á ein bjargingarbát, hvat eru umborð á bjagingarbátinum og hópin av aðrari hentari vitan, hjá sjófólki at kenna til umborð á einum skipa, um neyðstøða skuldi komið fyri.

Endamálið við trygdarskeiðnum er at kunna um nýtslu og viðlíkahald av bjargingarútgerð. Kunna um persónliga trygd og skyldur, so sjófólk eru betri før fyri at fyribyrgja vanlukkum eins og duga at bera seg at í møguligum neyðstøðum.

Skeiðini, sum Sjónám í Klaksvík annars undirvísir í eru: Endurnýggjan av trygdarskeiði,

bátaføraraskeið, skjóttsiglandi bjargingarbátur, hjartastoytaraskeið, grundleggandi eldsløkking, fyrstuhjálparskeið, fyrstuhjálparskeið – til tín sum hevur ábyrgd av børnum

HUET – Helicopter Underwater Escape Training, OBST – Offshore Basic Safety Training, grein 16 – arbeiðsumhvørvi og GMDSS Radioskeið.

Umstøðurnar hjá Sjónám í Klaksvík eru sera góðar við góðum undirvísingarhølum og –amboðum. Einum hyla at gera bjargingarvenjingar í og einum “helikoptara” at gera serligar venjingar í. Eisini ber til at gera serligar royndir í tilgjørdum vindi upp í 17 m/s.

Skeiðsvirksemið hjá Sjónám í Klaksvík byrjar aftur um hálvan august – Hvørt ár fáa eini 800 fólk skeiðsprógv frá Sjónámi í Klaksvík. Tó verða nøkur eyka skeið í summaferiuni vegna stóran eftirspurning.

http://www.seasafe.fo/

Orð & Myndir: Dávur Winther