Vit á Sjónámi eru fegin um, at vit hava fingið nýggja heimasíðu. Vit hava leingi havt ynski um dagføringar á økinum. Tað er fyritøkan Faroe Media, ið hevur sniðgivið og forritað nýggju heimasíðuna, og tað takka vit fyri.

Vit meta, at tað er av stórum týdningi hjá Sjónám at hava eina nutíðarhóskandi heimasíðu við tilmeldingarskipan- og gjaldskipan. Tað er fyritøkan Tilmelding.fo, sum hevur sett tann partin upp og somuleiðis takk til teirra.
Ynski Sjónáms er, at heimasíðan verður livandi og nógv brúkt. Ætlanin er, at heimasíðan skal fevna um alt virksemi Sjónáms – soleiðis at tað verður lætt at fylgja við hjá starvsfólkum, lesandi og skeiðsluttakarum okkara.
Vit á Sjónámi eru nøgd við avrikið.