Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjónarmið um vatn og nýtt grótbrot

Jógvan Eliasen

Í seinastu viku hevði eg nakar tankar frammi um grótbrot og vatngoymslur. Síggi nú í fjølmiðlunum, at Klaksvíkar Kommuna hevur ítøkiligar ætanir frammi um at fara í Torvatal eftir gróti.

Í seinastu viku hevði eg nakar tankar frammi um grótbrot og vatngoymslur. Síggi nú í fjølmiðlunum, at Klaksvíkar Kommuna hevur ítøkiligar ætanir frammi um at fara í Torvatal eftir gróti.

Høvuðsargumentini fyri grótbroti í Torvadali eru, at tað er lætt at koma til, og at “sárið” ikki kemur at síggjast so væl.

Eg vil enn einaferð vísa á, at býráðslimir í Klaksvík mugu seta sær hægri mál, enn bert at gera “eins og ein altíð hevur gjørt”. Tað hoyrir ikki heima í 2016. Býráðslimir mugu seta sær størri mál enn so.

Vatn er eitt tilfeingi, ið kommunan skal raðfesta høgt at fáa fatur á, – og kunna goyma.

Tørvurin á vatni til nýggju alistøðini á Strond skal loysast við skili, og har havi eg ført fram, at kommunan eigur at tryggja Bakkafrosti 1% av samlaðu nøgdini á støðini, og tað svarar til 7.200 tons um døgnið.

Eitt nýtt grótbrot í Klaksvík eigur ikki “bert” at verða eitt opið sár. Eitt nýtt grótbrot skal, umframt at veita grót, verða ein skipað vatngoymsla eftir nøkur ár. Kommunan eigur longu nú at syrgja fyri at skapa størri møguleikar at goyma vatn.

Eitt nýtt grótbrot skal sostatt vera eitt “hol niður í jørðina”, har stórur møguleiki er at veita vatn til og frá, eftir at verkætlanin er liðug. Eitt grótbrot skal ikki verða eitt opið sár inn í eitt berg ella ein hamara. Tann tíð eigur at vera farin.

Míni boð til kommununa eru hesi: Finnið eitt stað, har til ber at spreingja “niður í jørðina”, so “holið” aftaná verður ein vakur uppsamli-brunnur til reint vatn. Og finni eitt stað, har lendið omanvert nýggja grótbrotið er vatnsavnandi á náttúrligan hátt. Finni eitt stað, har tað náttúrliga fæst fatur aftur á tí uppsavnaða vatninum.

Fyri at seta tingini í perspektiv, so loyvi eg mær at viðhefta eitt kort, ið vísir hvussu “lítið” skal til fyri at kunna goyma nógv vatn. Ímyndi tykkum, at Klaksvíkar Kommuna ger semju við teir, ið varða av Gravardali, og ger eitt skipað grótbrot niður í jørðina ímillum áirnar uppi í dalinum, so nýtist sárið ikki at verða størri enn 300 x 300 metrar fyri t.d. at forsýna Bakkafrost á Strond í eitt heilt ár.

Við 30 metra dýpi kann eitt tílíkt framtíðar “vatn” í haganum goyma 2,7 milliónir rúmmetrar av vatni, – ella tað, ið svarar til at forsýna støðina hjá Bakkafrosti á Strond við 7.200 tonsum hvørt døgn í meiri enn eitt ár.

Eg haldi at hetta eru sjónarmið, ið verd eru at taka við, tá ið hugsað verður um nýtt grótbrot til Klaksvíkar kommunu, – uttan mun til, í hvørjum haga tað verður lagt.

Við vatn kvøðu

Jógvan Eliasen