Søkt verður eftir fólki við handaligari útbúgving til fast starv við 30 tímum um vikuna.
Sjóndepilin hevur tríggjar sjálvstøðugar eindir:
Ráðgevingin og Dagtilhaldið á Íslandsvegnum og Verkstaðið á Traðabrekku.
Starvfólkið søkt verður eftir, kemur at arbeiða bæði á Dagtilhaldinum og Verkstaðnum.
Dagtilhaldið á Íslandsvegnum hevur eina vevstovu og eitt verkstað, ið bjóðar fram ymiskt handverk, so sum hornarbeiði, leirarbeiði, tøving og binding.
Á Verkstaðnum á Traðabrekku eru ymiskar handaligar og sosialar uppgávur.
Umsóknarfreist 16. juni
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo




