Í 5 dagar, á 9 pallum, við 14 leikum, 21 sýningum og 74 leikarum verður høvuðsstaðurin í døgunum 24.-28. mai karmur um ein nýggjan spennandi festival, sum kallast Nordic Performing Arts Days – ella bara DAGARNIR 2016. Tað skrivar Leikarafelag Føroya í einum tíðindaskrivi.
Høvuðskarmur um festivalin verður Norðurlandahúsið og Tjóðpallur Føroya – men við mongum spennandi framførslum verður eisini leitað út um pallkantin, eisini út á støð, har vit vanliga ikki fara til sjónleik…
Úr rúgvismiklu skránni kunnu nevnast:
· Takomo Theatre (FI) við leikinum Dark Side of the Mime. http://www.nordicperformingartsdays.fo/event/dark-side-of-mime/
· Enduruppseting av væl umtókta leikinum Veitslan við leikarum úr Føroyum, Grønlandi, Danmark og Íslandi
http://www.nordicperformingartsdays.fo/event/the-celebration/
· The Miracle Nuts (SE) við leikinum Flugo!
http://www.nordicperformingartsdays.fo/event/flugo-2/
Les meira um festivalin og skránna á www.nordicperformingartsdays.fo
Tað er Leikarafelag Føroya ið er vertur fyri Døgunum 2016 í tøttum samstarvi við
Netverki fyri norðurlendska palllist, Norðurlandahúsið og Tjóðpall Føroya.




