Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjónleikarafelagið mítt hjartamál

John William Joensen

Nógv hava tosað við meg gjøgnum seinastu viku og spurt, hví eg ikki nevndi Sjónleikarafelagið í seinastu grein míni, men til tað er at siga, at eg ætlaði at koma við einari konkretari loysn á tí málinum, bæði viðvíkjandi Sjónleikarafelagið, Tónleikarabólkunum og tey smáu feløgunum.

Havi í vikuni kannað møguleikan, um at Kommunan kundi keypt ella leiga bygningin á Skarðhamri, har Kanjon helt til og har var góður møguleikar til tess.
Tá kundi vit loyst bæði trupulleikan hjá Tónleikarbólkunum, Sjónleikarafelagnum og teimum smáu feløgunum, sum ongastaðni hava at húsast í. Sjónleikarafelagið og Tónleikarabólkarnir kundi havt tað ovastu hæddini á Kanjon at húsast í og í niðastu hædd, kundi seks smá feløg havt teirra felagshølir, har tey kundi havt fundir og teirra virksemi.
Soleiðis ætli eg mær at arbeiða í Býráðnum og ikki sum nú, har bert verður tosað og lítið og einki verður gjørt. Tí heiti eg á øll feløgini í býnum, at velja meg, tað er trygd fyri at okkurt fer at henda.

X við A
Jan Gardar

Harleywoodpaint