Hevði tað ikki veri best um Sjónleikarafelagið fekk Atlantis aftur. Á tann hátt fáa vit aftur sjónleik í Klaksvík.
Tað er stór skomm, at Sjónleikarafelagið skal fara til Fuglafjarðar at leika. Vit hava eitt gott hús, sum næstan bara verður brúkt til biograf. Tað kann ikki vera rætt, at Sjónleikarafelagið ikki kann brúka hølini eisini.
Veit at tað vóru royndir gjørdar, at hava bæði biograf og sjónleikarfelagið í húsinum, fyri nøkrum árum síðan, og tað eydnaðist ikki so gott, men tað eigur og skal vera møguligt. Sjálvandi skal biofrafur eisini vera í býnum.
Nógvur sjónleikur hevur verið í Klaksvík hesu seinastu árini, her meini eg við sjónleikin í Kl. Býráð, men tann sjónleikin kunnu vit gott vera fyri uttan. Lat okkum fáa sjónleikin á rættað stað, nevnliga í Atlantis.
Mín meining er tann, at Býráðið skal geva Klaksvíkar Sjónleikarafelag somu sømdir sum Býráðið gav Klaksvíkar Ítróttarfelag á sinni. Minnist eg rætt, keypti Klaksvíkar Kommuna høllina frá KÍ og á tann hátt bjargaði Klaksvíkar Kommuna KÍ, tá tað leikaði sera hart á, men í evstu løtu bleiv avtalan gjørd og framd í verki. Eisini fekk KÍ nógvan pening at arbeiða við og er tað mín vón, at tað fer at gangast KÍ væl í framtíðini (sjálvandi).
Nakað sama mundi var Klaksvíkar Sjónleikarafelag í trupuleikum, men tey fingu ikki somu sømdir, og tað hevur havt óbøtaligan skaða fyri felagið. Klaksvíkar Sjónleikarafelag bleiv koyrt út úr Atlantis, og hevur ikki verið sjónleikur í Atlantis í fleiri ár. Mín spurningur er til Kl. Býráð, hvat er munurin á hesum feløgunum????
Tíðin er komin at Klaksvíkar Sjónleikarafelag fær síni hølir aftur og vil eg arbeiða hart fyri at so verður.
Jan Gardar.
Valevni Fólkafloksins




