Í døgunum 4.-5- november, skipar MáF fyri áhugaverdari sjónleiknleikarastevnu í Klaksvík.
Tíðindi frá MáF:
Sjónleikarastevnan 2005
Í vikuskiftinum 4.-6. november 2005 skipar MáF – Meginfelag áhugaleikara Føroya – saman við Klaksvíkar Sjónleikarafelag fyri árligu sjónleikarastevnuni, sum í ár verður í Klaksvík.
Endamálið við stevnuni er at savna sjónleikarafólk úr øllum landinum saman, at umrøða sjónleik, arbeiða við sjónleiki, hugna sær saman, og hæddarpunktið er ein megnar veitsla.
Í ár verður ljóskastarin settur á færoysku kvæðini.
Ber til at flyta dramatisku søgurnar í kvæðunum, úr dansistovuni og upp á pallin?
Árni Dahl fer út frá Sjúrðarkvæðunum at leiða luttakararnar inn í kvæðaheimin, og Eyð Matras, Mikkjal Helmsdal og Birita Mohr fara síðani saman við luttakarunum at skapa sjónleik burtur úr spennandi søgunum í Sjúrðarkvæðunum.
Alt tiltakið verður í skótahúsinum, har møguleikarnir eru góðir at arbeiða, eta og sova og fara upp á gólv, um onkur far hug til tað.
Sjónleikarastevnan er fyri ung sum eldri, roynd sum minni roynd, og væntar MáF góða luttøku úr øllum landinum. Til ber eisini at gista privat.
Stað: Skótahúsið í Klaksvík
Tíðarskeið: Fríggjadagin 4. november kl. 19.00 – sunnudagin 6. november kl. 13.00
Kostnaður: kr. 300,00, alt íroknað
Tilmelding: Hjá MáF, 315624 ella maf@maf.fo í seinasta lagi 28. oktober 2005.
Meira fæst at vita frá MáF, tlf. 315624.




