Fólk í Klaksvík fingu ein hvøkk av tíðindunum í Sjónvarpinum, har borið var fram ein ábreiðsla frá Løgtingsins umboðsmanni í samband við eitt byggimál í Klaksvík.
Alt ímeðan tíðindini vórðu borin fram í okkara almenna sjónvarpið, vísti sjónvarpið myndir av gamla Emmaus, sum í løtuni stendur tætt uppat nýggja bygninginum hjá somu samkomu.
Tíðindini annars um sjálvt byggimálið vóru so óneyv, at tað mundi vera fáur staðkendur her á leið, ið vitsti hvat byggimál talan var um.
Onkur sigur, at tað við smáum stavum stóð á skerminum at hetta var ein savnsmynd. Sjálvur legði eg ikki tað til merkis hóast eg sat og hugdi eftir sjónvarpstíðindunum hetta kvøldið.
Dagin eftir ringdu fleiri klaksvíkingar til Norðlýsið og spurgdu um tað veruliga var so galið við Emmaus.
Tá fleiri av okkum, sum eru grannar til Emmaus sótu eftir við somu fatan eftir sjónvarpssendingina, mundu tey ivaleyst vera fleiri kring um í landinum, ið eisini fingu fatan av at byggimálið tíðindini snúðu seg um júst var Emmaus.
Av royndum vita vit, at bæði Útvarpið og Sjónvarpið hava sera trupult við at góðtakað at tey í heila tikið gera mistøk. At hesir fjølmiðlar hava enn truplari við at rætta nakað sum helst, ið er farið út í føroysku heimini við skeiva beininum fyri munnu helst fleiri enn vit hava kennt á okkara kroppi.
Sjónvarpið eigur at koma við einari treytaleysari umbering til Emmaus fyri niðurgerðing av tí arbeiði, sum samkoman hevur gjørt í samband við bygging av nýggjum sali.
Tað kann ikki góðtakast at byggingin hjá Emmaus verður tengd saman við eina ábreiðslu frá Løgtingsins umboðsmanni um nakað, sum als onki hevur við byggingina av nýggja Emmaus at gera, tí sjálvt um tað møguliga við smáum stóð at tað var ein savnsmynd, ið víst var, so vóru tíðindini um byggimálið so óneyv at tað væl kundi verið ein savnsmynd av sama bygningi, bert ikki heilt aktuell.




