Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjónvarpið vil ikki góðtaka treytir frá fótbóltsfeløgum

John William Joensen

Í 3-2 sendingini mánakvøldi vóru ongar samrøður við leikarar/venjarar í sambandi við Formuladeildina

Trupuleikin tók seg upp tá ávís feløg í Formuladeildini gjørdu greitt fyri sjónvarpinum at samrøðurnar sum vera gjørdar við leikarar og venjarar, eftir dystirnar í Formuladeidildini, skulu gerast á ávísum staði soleiðis at sponsorar hjá felagnum eisini koma fram í sendingunum. Talan er um sokallaðar lýsingarveggir, sum leikarar skulu standa frammanfyri, sum vit kenna frá dystum í stóru fótbóltskappingunum í Evropa.
Øssur Wintereig, programleiðari hjá sjónvarpinum, sigur í viðmerking at eftir at ávís fótbóltsfeløg settu fram krav um at samrøðurnar sum sjónvarpið hevur gjørt í samband við dystirnar, skulu gerast eftir einum leisti sum feløgini avgerðer, valdu teir í sjónvarpinum at gevast við hesum partinum fyribils.
– Vit fara undir ongum umstøðum at ganga undir treytir, sum siga hvussu, nær og hvar vit skullu gera upptøkur.
– Vit meta heldur ikki at hesi krøv eru i tráð við sáttmálan, sum vit hava við ÍSF, at vit ikki sjálvi kunnu taka redaktionellar avgerðir.
– Eg vóni at vit kunnu loysa hendan knútin á ein rímuligan hátt, men fyribils hava vit steðga við at vísa samrøðurnar
– Høvuðsprinsippið er at tað er sjournalisturin sjálvur sum avgerð hvar og hvønn hann filmar, tí okkum dámar best at gera samrøðuna meðan maðurin er heitur/glaður ella óður, alt eftir hvat er farið fram.
– Tað kann undir ongum umstøðum vera rætt at vit sum ein óheftur miðil skal vera læstur av at profilera eina ávísa fyritøku.

Harleyfacadeacryl