Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjónvarpssignalið hjá Kringvarpi Føroya til Klaksvíkar, Haraldssunds og Ánirnar verður nú talgilt burturav

mentamálaráðið

At talgilda sjónvarpssendinetið hjá Kringvarpi Føroya heldur fram. Og 1. apríl í ár hava Klaksvík, Haraldssund og Ánirnar tørn. Hetta merkir, at analogið sendarin á Brúnaskarði verður sløktur, og sjónvarpssignalið hjá Kringvarpi Føroya til Klaksvíkar, Haraldssunds og Ánirnar verður talgilt burturav.

At talgilda sjónvarpssendinetið hjá Kringvarpi Føroya heldur fram. Og 1. apríl í ár hava Klaksvík, Haraldssund og Ánirnar tørn. Hetta merkir, at analogið sendarin á Brúnaskarði verður sløktur, og sjónvarpssignalið hjá Kringvarpi Føroya til Klaksvíkar, Haraldssunds og Ánirnar verður talgilt burturav.

Arbeiðið at sløkkja gomlu analogu sjónvarpssendararnar hjá Kringvarpi Føroya byrjaði í 2013 og heldur áfram í 2014. So hvørt, sum gomlu analogu sendararnir verða sløktir, sæst sjónvarpið hjá Kringvarpinum á talgilda netinum hjá Televarpinum. Hyggjarar mugu tískil hava antennu og útgerð, sum kunnu móttaka talgilda signalið. Neyðugt er kortini ikki við televarpshaldi.

1. apríl verða analogu sendararnir sløktir á Brúnaskarði og í Ánunum, sum senda til Klaksvíkar, Haraldssund og Ánirnar. Tey, sum longu síggja KvF við talgildum televarpsmóttakara, fara einki at merkja. Men tey, sum enn bara síggja sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya við analogum sjónvarpi, mugu útvega sær talgildan MPEG-4 móttakara og eina UHF-antennu, sum skal peika móti sendistøðini uppi á Klakki.

Onnur støð í landinum, sum eftir 1. apríl fara at síggja talgilt sjónvarp frá Kringvarpinum burturav, eru Leynar, á Nesi í Suðuroy, Hov, Porkeri, Akrar og Lopra.

Sjónvarpssendinetið verður skift, tí analoga tøknin ikki er tíðarhóskandi longur. Gamla sendinetið er eisini sera kostnaðarmikið at reka, og tað er trupult at fáa eykalutir til gomlu sendararnar. Við nýggju talgildu tøknini fær hyggjarin eisini eina nógv betur mynda- og ljóðgóðsku.

Í ár verður analoga sendinetið sløkt í trimum umførum – tann 1. apríl, 1. juli og 1. november.

Talgildingin av samlaða sjónvarpssendinetinum verður væntandi liðug um árskiftið 2015-16. Við talgilda sendinetinum kemur føroyska sjónvarpssendinetið at verða tøkniliga á hædd við sendinetið hjá grannalondum okkara, sum eisini hava skift til talgilda sendinetið.

Nærri upplýsingar um skiftið finnast á hesum heimasíðum: mmr.fo, kvf.fo og tv.fo