Sjórænararnir SjórænaraRani, Sjórun og Sjógvan hava ferðast langa leið. Tey leita eftir skattinum, og hava vit frætt, at stóri krossurin á skattakortinum er onkrastaðni mitt í Klaksvíksgarðinum.
SjórænaraRani, Sjórun og Sjógvan hava sæð, at Føroya Sjómannadagur verður hildin leygardagin 19. august í Klaksvíksgarðinum, og at tað væntandi vera nógv fitt og hjálpsom børn har tá.
Tí ætla tey sær til Klaksvíkar leygardagin, og vóna tey trý, at nógv børn tíma at hjálpa teimum at finna væl goymda skattin.
Vit hava frætt frá Sjógvan, at ein teirra verður á stóra palli kl. 13.45 og rópar á øll børn um at koma við teimum á spennandi skattaveiðu á økinum kl. 14.
Tey leggja samstundis afturat, at tey hava lisið í skránni fyri Føroya Sjómannadag, at ókeypis andlitsmáling verður í tjaldinum frá kl. 12, og halda tey hetta vera eitt upplagt høvi hjá børnum at fyrireika seg til skattaveiðuna – kanska við rættari sjórænara-andlitsmáling?


