Fyri at fáa hjálp fyri álvarsamar sjúkur hava føroyskir sjúklingar sjálvir verði noyddir at tikið stig til at fáa hjálp fyri sína sjúku. Ikki bara søkja sær heilsubót, men hava sjálvir verði noyddir at gjalda fyri sjúkraviðgerð.
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri sigur í nýggjum fyrispurningi til Sirið Stenberg, landstýrismann, at eftir at svar kom frá honum, hava fleiri sjúklingar fráboðað, at svarið ikki samsvarar við teirra royndir, og tí hevur hann hildið tað neyðugt at sett landsstýrismanninum nýggjan fyrispurning.
Aftaná svari frá landsstýrismanninum hava fleiri sjúklingar givið til kennar, at tey orsaka av at tey ikki fingu heilsubót frá Føroyska Heilsuverkinum sjálvi vóru noydd at taka máli í egnar hendur; søktu sær heilsubót aðrastaðni og betaltu sjálvi fyri heilsuviðgerðirnar. Orsøkin var heilt einfalt tann, at tey onga hjálp kundu fáa frá Føroyska Heilsuverkinum.
Fyrri fyrispurningurin sæst á hesum linkinum: http://www.logting.fo/files/casewrittenquestion/571/036.15%20Spurningur%20til%20S.Stenberg%20fra%20K.P.Hojgaard-ryggtrupulleikar-skurdvidgerd.pdf (Trýst á link), meðan svari til fyrra fyrispurningurin sæst á hesum linkinum: http://www.logting.fo/files/casewrittenquestion/571/036.15%20Svar%20fra%20S.Stenberg%20til%20K.P.Hojgaard-ryggtrupulleikar-skurdvidgerd.pdf (Trýst á link)
Nýggi fyrispurningurin til Sirið Stenberg, landsstýrismann er niðanfyri:
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um skanning fyri ryggtrupulleikar, settur landsstýrismanninum í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hvussu nógvir sjúklingar verða CT-skannaðir árliga fyri ryggtrupuleikar?
2. Hvussu nógvir sjúklingar verða árliga kannaðir í MR-skannaranum fyri sama?
3. Er nøktandi serkøn manning tøk á Landsjúkrahúsinum til MR-skannaran, so hesin kann nøkta tørvin og kann brúkast optimalt, ella er talan um bíðitíð?
4. Er tað rætt, sum landstýrismaðurin upplýsti, at eingin bíðitíð er til akuttar ryggskurðviðgerðir, og at bíðitíð annars bert er 2 til 4 vikur?
5. Hvussu stórur er metti kostnaðurin fyri eina vanliga ryggskurðviðgerð, tá hendan verður framd í Føroyum, ella meirkostnaður, um hendan verður gjørd í Danmark?
6. Góðkennir føroyska heilsuverkið privathospitalið Hamlet í Danmark sum viðgerðarstað?
Viðmerkingar
Eg setti líknandi spurning til landstýrismannin fyri nøkrum døgum síðani. Tá var eg vitandi um, at fleiri sjúklingar við ryggtrupuleikum hava bíðað mánaðir upp til ár uttan at hava fingið hjálp.
Eftir at svarið frá landstýrismanninum er vorðið alment, hava fleiri persónar fráboðað, at svarið ikki samsvarar við teirra royndir, at fáa hjálp frá føroyska sjúkrahúsverkinum. Nakrir sjúklingar hildu seg hava bíðað so leingi, at tey ikki orkaðu at ganga við nógvu pínuni. Tí eri eg kunnaður um 3 persónar, sum ikki sóu aðra loysn enn at leita sær hjálp á privathospitali í Danmark. Fyri teir lá kostnaðurin millum 80 tús. og 170 tús. kr.
Í svarinum sigur landstýrismaðurin, at almennu Føroyar ikki endurrinda sjúklingum útreiðslur í sambandi við skurðviðgerð, um hesir ikki eru “visiteraðir” og kautioneraðir av yvirlækna í føroyska sjúkrahúsverkinum.
Um ein persónur er um at ganga av verðini av pínu og eftir kanning í Føroyum fær at vita, at einki er at síggja, og viðkomandi tí er “frískur”, hóast ikki ber til at flyta seg uttan við krykkum, er skiljandi, at hesin ger eina roynd sjálvur, um hann hevur fíggjarligan møguleika. Tað skuldi verið ein sjálvfylgja, at viðkomandi fekk sama endurgjald, sum tað hevði kostað tí almenna, um ein sjúklingur hevur verið til kanningar hjá serfrøði í Danmark t.d. Hamlet og kann skjalprógva ein diskusprolaps, sum ikki kundi staðfestast í Føroyum. Tað mátti verið ein “vinn vinn” støða fyri allar partar, um viðkomandi so skjótt sum gjørligt fær staðfest, hvat feilar, og fær møguleikan fyri skurðviðgerð, um hendan krevst fyri at fáa arbeiðsførleikan aftur.
Á Løgtingi,20. apríl 2016
Kári P. Højgaard




