Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjúklingar sum handilsvøra hjá Atlantic og Hotel Tórshavn

John William Joensen

Anskar Hansen, sum er málarameistari fekk trupuleikar við hjartanum og bleiv tí sendur til Ríkissjúkrahúsið at fáa viðgerð. Av tí at eg ferðist nógv uttanlanda í samband við neyðhjálpar arbeiði gjørdist eg skakkur av at upplivað hvussu føroyskir sjúklingar,sum verða sendir á Ríkissjúkrahúsið verða viðfarnir. Landssjúkrahúsið hevur latið Atlantic Airways sjálvt taka sær av at selja og avtalað ferðaseðlar og uppihald í Keypmannahavn og hóast landskassin og blokkstuðulin rindað alt gildið, so verður sjúklingurin viðgjørdur sum ein handilsvøra av LS/Atlantic og Hotel Tórshavn, greiður Anskar frá í brævið til Norðlýsið.

Anskar Hansen, sum er málarameistari fekk trupuleikar við hjartanum og bleiv tí sendur til Ríkissjúkrahúsið at fáa viðgerð. Av tí at eg ferðist nógv uttanlanda í samband við neyðhjálpar arbeiði gjørdist eg skakkur av at upplivað hvussu føroyskir sjúklingar,sum verða sendir á Ríkissjúkrahúsið verða viðfarnir. Landssjúkrahúsið hevur latið Atlantic Airways sjálvt taka sær av at selja og avtalað ferðaseðlar og uppihald í Keypmannahavn og hóast landskassin og blokkstuðulin rindað alt gildið, so verður sjúklingurin viðgjørdur sum ein handilsvøra av LS/Atlantic og Hotel Tórshavn, greiður Anskar frá í brævið til Norðlýsið.

Anskar Hansen varð sendur niður á Ríkissjúkrahúsið til hjartakanningar tann 12. januar í ár.

– Í vegleiðingini frá LS stóð at eg ikki havi rætt til fylgjara. Eg helt at hetta var nokk í lagið tí er tað ikki neyðugt við fylgara so er tað rætt av LS at stramma upp tí landið skal jú ikki rinda óneyðugt. Men so lesi eg brævið frá læknanum: ……Eftir kanningina/skurðin má eg ikki belasta armin meir enn 2 kg teir næstu dagarnir…..

Her var greitt fyri mær at eg ikki uttan hjálp kundi ferðast við kufferti og teldutasku sum handbagagu, so vit gera av at konan skal við og eg ringið til Uttanlandstænastuna hjá LS og biðið um prís at fáa konuna við sum fylgara.

Fyrst helt eg tað vera løgi at man ikki fekk fylgara við tá eg ómøguligt má lyfta meira enn 2 kg dagar eftir kanningina, men nú loypur ketan heilt av. Umboðið hjá Atlantic, sum eisini umboðar Landssjúkrahúsið, svarar ….”eg kann fáa ein ferðaseðil fyri 2.500 kr. og so gjalda eyka um heimferðin skal broytast, ella kunnu vit keypa ferðaseðil fyri góðar 700 kr. meira so er onki eykagjald fyri broyting.

Hetta vildi eg ikki góðtaka og vísti á at sambært tíðindaskrivi frá Atlantic, so er frá nýggjárinum gjald fyri broytingar farið niður á 200 kr.??

– Heilt erligt! – Eg haldi hatta er ein roynd at sníta pengar frá fólki tí eg kundi broyta heimferðina knappar 4 ferðir áðrenn eg komið upp til prísin hon bjóðar mær fyri ókeypis broytingar. Hetta gjørdi eg greitt fyri dámuni sum umboðaði baði LS og Atlantic… men eiinki hjálpti og endin var at eg tók av..

Óynsktur fyri at muta ímóti

Kanningarnar á Ríkissjúkrahúsinum gingu avbera væl. Eg var klárur at fara heimaftur tveir dagar áðrenn væntað og tí ringi eg og biði um at broyta heimferð tveir dagar fram. Høvuðsorsøkin var at Hotell Tórshavn var fullsett og meira enn tað.

Jú – eg kann broyta heimferðina við at gjalda 3.600 kr var svarið eg fekk frá LS/Atlantic tí at nú mátti eg uppgradera mín ferðaseðil ???

NEI TAKK!! — Við ferðaseðli og innivist og mati á HT hevði eg goldið knappar 6.000 kr. fyri at hava fylgara við og tað helt eg mátti verða nokk.

Starvsfólkini á HT draga í land og siga at tey gjalda heltina av teim 3.600 krónunum also varð okkara partur 1.800 kr… Eg geri greitt at 6.000 kr fyri fylgara er nokk hjá okkum at gjalda og vilja tey hava meg út av HT áðrenn tíð so mugu tey gjalda sjálvi. Tey ringja so til LS/Atlantic og siga síðani við meg at nú er tað 1.700 kr. í okkara part. Eg geri meg tvøran og haldi fast um at eg havi goldið nokk – eg betali ikki meira!!  Starvsfólkið á HT sigur: Anskar – tú ert útskrivaður av hospitalinum og her er fult so tú ert óynsktu her.  Eg svarið: “Fínasta slag, men skal eg tveir dagar áðrenn tíð út herfrá so skulu tit gjalda kosnaðin av tí, eg havi goldið nokk!!!” Og so fór eg upp á kamari.

20 minuttir seinni ringir starvsfólkið á HT upp á kamari til mín og sigur at hon nú hevur fingið meirkostnaðin hjá mær niður á 700 kr og spyr hvat eg sigið nú? 

– Endin var at eg tók av og fór við fyrsta flúgvaranum heim frá hesum sera óblíða hotellið, og nú siti eg her heima hjá mær sjálvum og hugsið um øll hini mongu sum um ádrini kanska koma soleiðis fyri og eru sjúk og veik og ikki hava styrki at muta ímóti og gjalda – sjálvt um tey kanska ikki hava ráð til tað.

– Eg var treiskur nokk og fekk prísin úr 3.600 kr. niður 700 kr. og tað er bestemt ikki í lagi at slíkt kann lata seg gera. 

– Landið rindar 3. hvørt setur hjá Atlantic og hevur uttan iva fingið góðar avtalur um prís, so eg siti eftir við smakkinum av at tað er Landssjúkrahúsið saman við fólkinum frá Atlantic, sum dríva eina kalda kýniska forrætning við sjúklingum sum noyðast til DK – har sjúklingurin sjálvur má gjalda fylgaran.

Omaná alt hettar við uppgradering til okurs prís tí sambært LS og Atlantic vóru bert tey dýru plássini eftir, so hendi tað í seinastu viku at ódnarveður var og flúgvarin slapp ikki úr Føroyum. Morgunin eftir kom flúgvarin og ferðafólk frá hóskvøldinum vóru so løgd saman við ferðafólkunum sum skuldu koma fríggjamorgunin – men framvegis vóru 18 tóm setur í flúgvaranum – sum vit komu heim við.

– Eg má siga at eg sitið eftir við einum keðiligum smakki í munninum eftir at hava svølgt slíka viðferð.

– Eitt annað er at fyri 600 kr/døgn fyri eyka uppreiðin á einmannskamari við mati, uttan iva er hægsti prísur í heiminum.

Kannaði prísirnar á 3 stjørna hotellum, fyri somu dagar á Vesterbrogade í KBH og vóru prísirnir fyri dupult kamar við morgunmati frá 600 kr. og minni. Hotellini á Vesterbro dríva forrættning, tað burdi Hotell Tórshavn ikki gjør, sigur ein sera misnøgdur Anskar Hansen í brævið til Norðlýsið