Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjúkrahústilmælið eitt stórt afturstig fyri alt Norðurøki

John William Joensen

ODDAGREIN: Enn einaferð er eitt tilmælið komið sum mælir til at niðurleggja skaðastovuna á Klaksvíkar Sjúkrhúsið og verður nýggjast tilmælið fylgt mugu allir føroyingar til Havnar fyri at sleppa á skaðastovuna. T.v.s at í veruleikanum verður Klaksvíkar Sjúkrahús stongt fyri almenninginum og virkar fram eftir sum ein hospitalsdeild hjá Landsjúkrahúsinum.

Enn einaferð hevur ein bólkur undir Heilsumálaráðnum mælt til at avtaka tær tænastur sum norðoyingar í meira enn 100 ár hava havt í Klaksvík. Men við politiskum svikaráðum mælir bólkurin sjálvandi ikki til at niðurleggja sjúkrahús, men mælir til at leiðslan á KS verður avtikin og sjúkrahúsið lagt undir leiðsluna á landssjúkrahúsinum, og bygningarnir hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsið skulu nýtast sum seingjadeild hjá Landssjúkrahúsinum.

Alt akutt skal til Havnar og eftir verður ein “ikki akutt” skaðastova við einum lækna og einum sjúkrarøktara, sum kunnu taka sær av smærri snuddum. Tá sjúkrahúsið er komið so langt niður í tænastuveitingum, sum mælt verður til, er grundarlagið undir sjúkrahúsinum burtur. Tá verður trupult at síggja nakra meining við at varðveita sjúkrahúsið.

Hetta er endin á heilsutænastuni til norðoyingar, og um norðoyingar ikki standa saman og finna eina rødd – so fer tað endiliga at eydnast at niðurleggja skaðastovuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsið: Harvið er nagli settur í hurðina og tænastan, sum norðoyingar sjálvir settu á stovn og hava ment er burtur.

Sveinn Magnússon speirak Klaksvíkar Sjúkrahús

Íslendski, formaðurin var sera niðurlátin um Klaksvíkar Sjúkrahús, tá hann eftir at hava mælt til at tøma sjúkrahúsið fyri tænastur, í degi og viku segði at eingin orsøk var at niðurleggja sjúkrahúsið, tí talan var um sera hugnaligar bygningar við einari ríkari søgu.