Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjúkrahúsverkið kannar fyri koronu í Runavík                  

Tíðindaskriv

Frá í næstu viku fáa allir eysturoyingar møguleikan at lata seg kanna ókeypis í Skótahúsinum í Runavík. Talan verður um sonevndar støkk inn kanningar, sum merkir, at neyðugt er ikki við ávísing frá lækna.

Koronakanningarnar eru skipaðar í einum samstarvi millum Klaksvíkar sjúkrahús og Runavíkar kommunu. Fyrireikingarnar eru í gongd,og útgerð verður fingin til vega, og miðað verður eftir, at kanningarstøðin kann lata upp mikudagin ella hósdagin.

Nærri verður at frætta um upplatingartíðir týsdagin.

Harleyfacadeacryl