Seingjadeildin
Søkt verður eftir einum sjúkrarøktarafrøðingi at arbeiða 0,8 tíð í skiftandi vaktum frá 01.02.16.
Søkt verður eisini eftir avloysara fyri sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvi at arbeiða 0,7 tíð í skiftandi vaktum
frá 01.01.16 til 31.12.16.
Førleikakrøv:
Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
Góð samstarvsevnir
Royndir frá kir./med. deild er ein fyrimunur
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Synnøvu Hansen, deildarleiðara tlf. 22 38 63 synnova@ks.fo.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktar-
frøðingar.
Umsókn við avriti av prógvi, autorisatión og møguligum viðmælum skulu sendst til:
Klaksvíkar Sjúkrahús
Att: Sjúkrahússtjórin
FO-700 Klaksvík
Umsóknarfreist: 17.12.15




