Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri fyri teim,ið búleikast á heimum okkara, so er tað tær, vit leita eftir til at gerast eitt av okkara starvsfólkum.
Søkt verður eftir:
Sjúkrarøktarfrøðingi til Miðstovu í starvsbrøki 0,7
Setanin er fyri tíðarskeiðið 01.09.17 – 31.08.18
Starvsstaðið er Eysturoyar Røktar- og ellisheim.
Førleikakrøv
- Viðkomandi útbúgving og/ella royndir innan økið
- Áhuga í at arbeiða saman við eldri borgarum
- Ja-ligan hugburð
- Hug og hegni til samstarv
- KT-førleika á brúkarastøði
Vit kunnu bjóða
- Fakligar avbjóðingar í samstarvi við dugnaligar starvsfelagar
- Góðar arbeiðsumstøður
- Skipaða innleiðslu
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dalheim, deildarleiðara á tlf. 478200 ella 290210.
Løn- og setanartreytir
Setanarstaðið er Roðin økistænastan. Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmálar.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmæli skal sendast við
Teldupost til rodin@rodin.fo ella til ROÐIN øksistænastan, Friðartún 1, 620 Runavík,
att: leiðarin
og skal verða okkum í hendi innan 25. juli 2017. Vinarliga viðmerk »Starv hjá Roðanum« í umsóknini.
Lýsingin sæst eisini á okkara heimasíðu: www.rodin.fo
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo




