Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum í Sambýlinum á Heygnum, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.
Vit sóknast eftir
Sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarv á setanarbrøki 0,85 at byrja 1. des. 2017 til 31. august 2018, møguleiki er fyri hægri brøki.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.
Á Sambýlinum á Heygnum eru 16 pláss, tvey av hesum verða við ársbyrjan 2018 sett av til samdøgursrehabilitering.
Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Sambýlinum á Heygnum tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:
- NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
- NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
- Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
Førleikakrøv
- Útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
- Áhugi og royndir innan demens er ein fyrimunur
- Góð samstarvsevni
- KT-førleika á brúkarastøði
Vit kunnu bjóða
- Stórar fakligar avbjóðingar
- Spennandi og sjálvstøðugt starv
- Gott samstarv við onnur fakfólk
Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Meibritt Djurhuus, deildarleiðara, á tlf. +298 793410.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi týsdagin 7. november 2017.




