Klaksvíkar Sjúkrahús
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til skurðgongina at byrja 01.09.14.
Førleikakrøv:
Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
Neyðugt er við kunnleika og royndum innan økið
Góð samstarvsevnir
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkra-
røktarfrøðingar.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Helenu K. Pætursdóttir, deildarleiðara tlf. 45 45 45 lokal 4509 t-post helena@ks.fo, ella Jonu Nielsen, fyristøðukvinnu tlf. 454545 lokal 4606, t-post jona@ks.fo .
Umsókn við avriti av prógvi, autorisatión og møguligum viðmælum skulu sendst til:
Klaksvíkar Sjúkrahús, att: Sjúkrahússtjórin, FO-700 Klaksvík
Umsóknarfreist: 15. august 2014




