Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjúkrasystranæmingar fyri 45 árum síðani

Oliver Joensen

Í 1972 vórðu hesar fittu konurnar útlærdar sum sjúkrasystrar á Sjúkrasystraskúla Føroya. Lærararnir vóru Sólvá, Poula, Anna og Esther. Tað eru tískil í ár 45 ár síðan hesa stóru hending. Í hesum sambandi hava vit hátíðarhildið dagin við eini ferð til Lloret de Mar í Spania. Ein sera góður, stuttligur mog gevandi túrur. Av teimum 18 av okkum, sum tóku prógv saman, vóru 11 við á ferðini. Fleiri av okkum eru enn til arbeiðis. Fýra búgva í Danmark, meðan hinar allar eru í Føroyum. Tvær eru deyðar Allar vóru samdar um, at vit hava útbúgvið til og útint eitt samfelagsnyttugt, spennandi og gott starv.