Sjúrðaberg siglir heim í løtuni og hava teir havt ein góðan túr. Keldur, sum Norðlýsið hevur havt samband við, siga, at Sjúrðaberg hevur úti við 600 tons, nú teir sigla heim. Túrurin hevur vart í ein mánað.
Sjúrðaberg siglir heim í løtuni og hava teir havt ein góðan túr. Keldur, sum Norðlýsið hevur havt samband við, siga, at Sjúrðaberg hevur úti við 600 tons, nú teir sigla heim. Túrurin hevur vart í góðan mánað.
Tað er gerandiskostur eftir hondini at síggja stór skip koma fullfermd inn á Klaksvík.
Tað er ikki langt síðani at Gadus kom fullfermdur av sínum besta túri og longu hósdagin kemur Sjúrðaberg, sum loysti 16. mai, við 600 tonsum á Klaksvík.
Fríggjadagin byrjaði eisini Vesturvón at sigla heim. Hann kemur inn á Fuglafjørð.
Sjúrðaberg hevur roynt uppi við Bjarnoynni. Annars er at siga, at Sjúrðaberg heilfrystur allan fiskin.




