Sjúrður Kjølbro takkar fyri seg á Strandfaraskipum landsins eftir meir enn 30 ár sum stýrimaður og skipari á fleiri av skipum teirra.
Sjúrður Kjølbro takkar fyri seg á Strandfaraskipum landsins eftir meir enn 30 ár sum stýrimaður og skipari á fleiri av skipum teirra.
Tá ið eg fór at keypa mær rundstykkir frá Jórun í morgun, sótu tvær manningar á M/F Sam kring tað eina borðið og vóru menninir rættiliga prátingarsamir. Teir skiftust um at fortelja og láturin var óførur.
Fekk at vita, at teir høvdu boðið skiparanum, Sjúrða Kjølbro til eitt gott morgunmatarborð hjá Jórun og høvdu keypt honum eitt rúgvusmikið gávukort frá KBI – Hetta fyri at takka honum fyri drúgva tíð og gott samstarv umborð á bátunum hjá Strandfaraskipum Landsins.
Sjúrður fór á fyrsta sinni eftir Teistanum í 1980, og hevur síðani tá siglt við Teistanum, Smyrli, Ternuni, Dúgvuni sum stýrimaður, men eina mest sum skipari.
Tá ið Tunnilin lat upp 29. arpíl 2006 og siglingin um Lorvíksfjørð við Dúgvuni varð niðurløgd, fór Sjúrður umborð á Sam at sigla sum skipari og hevur siglt har síðani.
Sjúrður takkaði fyri seg 1. januar 2015 og vildu manningarnar á M/F Sam í morgun tí takka honum fyri gott samstarv.
Sjúrðurer tiltikin fyri at duga væl at mannerera – leggja at og at handfara skipini væl.
Í stuttari viðmerking frá Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipara hjá Strandfaraskipum Landsins, takkar hann Sjúrða fyri trúgva og drúgva tænastu og takkar samstundis fyri gott og greiðligt samstarv.
– Sjúrður er lættur av lyndi og veit nógv at siga frá og oftani er látur aftur við. Sjúrður dugur væl at spæla uppá bæði klaver og harmoniku. Norðuri á Fossá hevur hann saman við Gudny summarhús, sum hann gongur nógv uppí og hevur víðkað um. So Sjúrður Kjølbro roknar ikki við at koma at keða seg nú eftir 34 ár sum stýrimaður og skipari hjá Strandfaraskipum Landsins.




