Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjúrður Skaale talar fyri tómum tingsali

John William Joensen

Fyri løtu síðan byrjaði løgtingið at viðgerða uppskot um stjørnarskipanarnevnd, men synd at siga at málið hevur áhugað millum tingfólk

Sjúrður Skaale tingmaður Tjóðveldis fekk fyrstur orði og nú hann flytur fram røðu á tingsins røðarapalli er tingsalurin skrall-tómur.

Einasti tinglimur, umframt Sjúrðar Skaale, er Jógvan á Lakuni, men hann er formaður í løtuni, og situr tí í formannsstólinum og leiður orðaskifti í skrýggjandi tóma tingsalinum.

– Hetta er ein løgin kensla at standa og røða fyri tómum tingsali. Eg havi áður roynt at røtt á Fólkatingið har sera fáir limir vóru til staðar, men havi ongantíð roynt hetta áður. Eg veit tó at orðaskifti verður fest á band og skrivað niður í gerðabók sum eisini er til taks á netinum og tí skal eg viðgerða málið seriøst, byrjaði einsamalli løgtingslimurin við at siga í røðu síni – sum sæst beinleiðis í sjónvarpi.

Tá hann fór av tingsins røðarapalli vóru fimm tinglimir komnir inn í salin.