”Tað snýr seg als ikki um loysing.” Tað sigur føroyski fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale í eini samrøðu við grønlendska kringvarpið KNR í dag.
”Tað snýr seg als ikki um loysing.” Tað sigur føroyski fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale í eini samrøðu við grønlendska kringvarpið KNR í dag.
Sjúrður Skaale sigur í samrøðuni, at fyri honum snýr Stjórnarskipanaruppskotið seg um at fáa sligið fast, at ovasti myndugleiki í Føroyum er føroyska fólkið.
”Summi vilja gera tað til ein spurning um at vera fyri ella ímóti donsku grundlógini, men støðan er jú, at Føroyar hava munandi víðari heimildir enn tað, sum grundlógin loyvir,” sigur hann.
Sjúrður Skaale vísir á sum dømi, at Føroyar hava longu egið lóggávuting, egna skattaskipan og egna fólkakirkju. Einki av hesum er loyvt sambært Grundlógini.
Tí skilir hann ikki, at tað skal vera ein trupulleiki at fáa hetta staðfest í eini føroyskari Stjórnarskipanarlóg.
Ein betong jarnkend tulking
Sjúrður Skaale vísir í samrøðuni við KNR á, at danska stjórnin hevur verið trek í spurninginum um eina føroyska Stjórnarskipan.
”Tað er tí at tey byggja á eina meiningsleysa tulking av Grundlógini. Eina betong jarnkenda tulking av Grundlógini”, sigur hann.
Sjúrður Skaale sigur seg vera sannførdan um, at ein loysn verður funnin, sum danska stjórnin fer at kunna góðtaka.
”Vit ynskja bara at formalisera tað sum longu er galdandi, og um Lars Løkke Rasmussen heldur, at tað sum nú er galdandi er innanfyri karmarnar á Grundlógini, so er alt í fínasta lagið,” sigur Sjúrður Skaale.




