Sunnumorgunum 16. jan.2005 kl. 11.30 kom brek á høvuðsvatnleiðingina frá Ánagjógv
Leiðingin talan er um hevur eitt tvørmál uppá 315 mm og er grivin niður í vegjaðaranum í Ánavegnum.
Leiðingin veitir vatn til alla Eystursíðina og havnalagið á Vestursíðini.
Byrja var beinavegin at leggja ætlanir fyri at væla um leiðingina, lýst varð í Útvarp Føroya at skrúvað varð fyri vatninum kl. 14.30.
Alt vatnið í rørleiðingini varð síðan tappað av og byrjað varð at grava niður á rørleiðingina og sást ein umleið 20 cm stór riva á rørinum.
Brekið varð liðugt umvælt kl. 19.00 og uml. kl. 20.00 fingu íbúgvarnir aftur vatn.




