Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skakandi bumbuspreingingar í Brússel

Tíðindaskriv

Eg eri tungur í huga og sorgarbundin, nú Belgia er rakt av ræðandi yvirgangi. Hetta er tíverri enn eitt álop á okkara grundleggjandi virði í Evropa. Enn eitt álop, har verjuleys fólk gerast offur fyri yvirgangi.

Yvirgangsatsóknirnar í Evropa seinastu árini eiga at styrkja okkara tilvitan um, at í okkara parti av heiminum skulu vit áhaldandi berjast fyri einum opnum og demokratiskum samfelag.

Vit hugsa um tey deyðu, særdu og teirra nærmastu. Okkara tankar eru við belgiska fólkinum í hesari myrku og sorgarbundnu løtu.

Eg fari vegna Føroya fólk at senda Charles Michel, forsætismálaráðharra í Belgia, samkensluskriv.

Aksel V. Johannesen, løgmaður