Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skal bannast at drepa grind?

Oliver Joensen

Hetta spyr Tórbjørn Jacobsen landsstýrismannin í Heilsumálum, Hans Paula Strøm.

Munnligir fyrispurningar til tingfundin miðvikudagin 03. desember 2008.12.01

Spurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í heilsumálum:

• Sambært landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, í ÚF 28. november, ætlar landsstýrið ikki at seta bann fyri, at grind kann drepast í Føroyum. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin í heilsumálum tá at fylgja tilmælinum frá Páli Weihe og Høgna Debes Joensen, sum út frá einum heilsufakligum sjónarhorni mæla frá at nýta grindahval sum mannaføði?

Viðmerkingar:

Í mong ár hevur eitt støðugt trýst verið uttaneftir mótvegis aldargomlu grindaveiðuni hjá føroyingum. Higartil hevur tað eydnast so rímiliga at halda stand við upplýsing og støðugt betraðum drápsháttum.

13. november 2008 hendir tó ein kollvelting í málinum, táið teir báðir Pál Weihe, yvirlækni, og Høgni Debes Joensen, landslækni, senda eitt skriv til løgmann og landsstýrismenninar í ávikavíst heilsu- og vinnumálum, Hans Paula Strøm og Jóhan Dahl.

Essensurin í brævinum er: ”Seinnu árini hevur vaksandi vísindaliga grundarlagið skapt ein varhuga um, at stundin skjótt var komin til, at mælast mátti fólki frá at eta grind og spik yvirhøvur. Við teimum seinastu granskingarúrslitunum í huga meta undirritaðu, at niðurstøðan av heilsufakligum orsøkum nú má vera henda:

Mælt verður frá at nýta grindahval sum mannaføði.

Tað er við sorgblídni, at hetta tilmælið verður givið. Grindin hevur tænt føroyingum væl í mong hundrað ár og man eiga lívið í mongum føroyingi gjøgnum øldirnar. Men tíðir og umhvørvi broytast, og tí meta vit tað heilsufakliga neyðugt við hesum tilmæli.”

Benda granskingarúrslit á stóran vanda við at eta tvøst og spik, og teir báðir læknarnir samsvarandi gera eina heilsufakliga niðurstøðu um, at grindahvalur ikki longur eigur at verða brúktur sum mannaføði, so er tað í fyrsta lagi eitt skilagott átak og hareftir eisini eitt mál, sum viðkomandi landsstýrismenn mega viðgera og hava eina meining um.

Løgmaður hevur longu servað málið víðari í skipanini og latið tað upp í hendurnar á vinnumálaráðharranum og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at meta um og taka støðu til. Um nøkur stig skulu takast. Harvið er málið vorðið politiskt.

Tey flestu munnu tó halda, at málið hoyrir heima hjá heilsumálaráðharranum. Sitandi landsstýrismaður er kendur fyri at vera ein stríðsmaður fyri at bøta um fólkaheilsuna í landinum, og tí er tað hann, heldur enn Heilsufrøðiliga Starvsstovan, ið skal taka politiska støðu til heilsufakliga tilmælið hjá Páli og Høgna.

Tí er spurningurin um Hans Pauli Støm tekur undir við tilmælinum, um, at føroyignar gevast at brúka grindahval sum mannaføði. Ella um hann er samdur við útsøgnini hjá fiskimálaráðharranum, táið hann sigur, at landsstýrið ikki ætlar at seta bann fyri at grind kann drepast í Føroyum.

Spurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum:

• Sambært heimasíðuni www.tinganes.fo hevur politiskur landsstýrisfundur verið mánadagin 1. desember 2008. Eitt av málunum, sum hava verið til viðgerðar, er ”Eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2008-3”. Kann landsstýrismaðurin upplýsa tinginum um innihaldið í hesi eykajáttanarløgtingslóg?

Spurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum:

• Hvør verður samlaði byggikostnaðurin av skúladeplinum í Suðuroy?

Viðmerkingar:

11. apríl 2003 legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, fram løgtings/verklagslóg um at byggja miðnámsskúla í Vági. Byggiútreiðslurnar í hesum sambandi kundu í mesta lagi vera 45 mió. kr. Hóast grivið var út fyri ætlanini og góðar 10 mió. brúktar, var ætlanin slept, táið ABC-samgongan varð skipað í 2004.

27. apríl 2005 legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, fram løgtings/verklagslóg um ístaðin at byggja skúladepil í Hovi í Suðuroy. Byggiútreiðslurnar í hesum sambandi kundu í mesta lagi vera 60 mió. kr. Skúlin er at kalla liðugur, men tað skuldi vísa seg, at hendan broytta politiska støðutakanin, skuldi gerast ein dýr loysn, í mun til upprunaligu ætlanina – í hvussu er.

Á tingfundi í seinastu viku varð dúgliga kjakast um hetta málið, mest av tí orsøk, at fíggjarmálaráðharrin í eini eykajáttanarumbøn hevur heitt á tingið um at játtað 4 mió. kr. afturat til depilin, hesaferð til kloakering og vatn.

Hyggja vit eftir gongdini í málinum, so hava útreiðslurnar higartil verið:

Roknskapur 2001 691.000
Roknskapur 2002 872.000
Roknskapur 2003 1.812.000
Roknskapur 2004 4.275.000
Roknskapur 2005 1.487.000
Roknskapur 2006 6.825.000
Roknskapur 2007 26.577.000
Játtan 2008 48.000.000
Ætlan 2009 1.000.000
Eykajáttan 2008 4.000.000

Hetta svarar til slakar 96 mió kr. Ella 36 mió kr. meira enn upprunaliga ætlað.

Nú vita vit ikki um allar útreiðslur í samband við byggingina figurera í hesum tølum, tí verður spurningurin settur landsstýriskvinnuni.

Spurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum:

• Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at loyva fiskiveiði eftir hvítingsbróðuri í føroyskum sjógvi aftur?

Viðmerkingar:

Fyri góðum 10 árum síðani var fiskiveiðan eftir hvítingsbróðuri steðgað undir Føroyum. Hetta varð gjørt við lóg, og ídnaðarskipini, sum luttóku í hesi fiskiveiði, fingu almenna peningaliga kompensatión fyri at gevast við fiskiveiðini. Hildið varð, at ov nógv hjáveiða, m.a. hýsuyngul, var í veiðini.

Tað kann vera, at tekniska menningin í trolreiðsskapi, ristum o.ø. hevur ment seg somikið nógv síðani, at spurningurin møguliga átti at verið tikin uppaftur til viðgerðar, nú trýst er komið á annan pelagiskan fiskiskap, eitt nú svartkjaftaveiðina, sum hevur verið megingrundvøllurin undir fóðrinum, sum brúkt hevur verið í alivinnuni seinastu árini.

Hugaligt kundi verið at frætt hvørja meting fiskifrøðingarnir á Fiskirannsóknarstovuni hava hesum viðvíkjandi. Hartil eigur landsstýrismaðurin at upplýsa tinginum hvussu nógv ið kann takast úr hesum stovnim á hvørjum ári, um tað í heila taki verður hildið ráðiligt, at farið verður undir hendan fiskiskap av nýggjum.

Harleyfacadeacryl