Tað er ein sannroynd, at vit standa fyri ógvusligum atfinningum fyri okkara mentan og siði, grindadrápinum viðvíkjandi. – Men vit mugu ikki dylja fyri okkum sjálvum, at vit enn og fleiri ár afturat fara at drepa grind. Tískil eiga vit at blíva við at mynda grindadrápið.
Tað er ein sannroynd, at vit standa fyri ógvusligum atfinningum fyri okkara mentan og siði, grindadrápinum viðvíkjandi. – Men vit mugu ikki dylja fyri okkum sjálvum, at vit enn og fleiri ár afturat fara at drepa grind. Tískil eiga vit at blíva við at mynda grindadrápið.
Í kjalarvørrinum av drúgva kjakinum á síðuni hjá Norðlýsinum og Facebook-síðuni hjá Norðlýsinum, sum spreiddi seg sum ongantíð fyrr, hugleiði eg eitt sindur.
Aldri áður hevur ein grein á Norðlýsinum verið so væl lisin og ongantíð áður hevur hon ferðast so víða, og ongantíð áður hava viðmerkingarnar verið á so mongum tungumálum. Í millum tær útlendsku neiligu røddirnar, stungu føroyskar seg upp, um at tað er ein gongd leið at lata vera við at leggja myndir út. – Um tit ivast, kann umtalaða grein síggjast HER.
Eg taki mær alla ábyrgd fyri greinina og myndirnar. Men eg vil samstundis viðganga, at møguliga tók eg eitt fet ov langt, hvussu eg snikkaði greinina og mongu myndirnar til. Tó so, myndirnar eru ikki vorðnar minni verdar, hóast øll verðin hevur sæð tær; tí tey, sum halda við okkum, hava eisini sæð myndirnar.
Grind á pappír í Føroyum
Grindadrápið er sermerkt, nevniliga tí tað í gjøgnum so mong ár, hevur verið so væl skrásett og lýst. Soleiðis eiga vit framhaldandi at gera, eisini við myndum.
Óansæð hvat, kunnu útlendingar og umhvørvisfelagsskapir gera tær myndirnar av okkum, sum teimum hóvar. Hetta við og uttan myndir frá okkum. – Jú, vit kunnu lata vera við at gøða teir meira enn neyðugt er.
Men tað er ikki rætt, at vit sum tjóð ikki kunnu miðla og taka myndir av okkara egnu mentan, okkara egna siðaarvi, okkara egna mati – og bera ótta fyri, hvat ið onnur halda.
Verðin er vorðin minni og vit mugu eisini viðganga, at vit standa fyri øðrvísi avbjóðingum. Øll verðin liggur í lummanum og við einum klikki, kanst tú vísa teg fyri øllum heiminum. Tað er spennandi, men ræðandi.
Men maðurin í Avstralia fær ikki frænir av grindadrápinum, um myndirnar bert verða printaðar í blaðútgávu; ella ið hvussu er í minni mun. – Tað er harmiligt at vit mugu goyma okkum, men vit mugu ikki í hesum ruðuleikanum senda føroyska grindadrápið í gloymskunnar hav.
Meira vit dylja tað, ónatúrligari gerst tað, eisini fyri tey ungu, sum búgva her.
Vit mugu blíva við at seta myndir á drápið, fanga tað og goyma tað til komandi ættarliðini. Grindamyndir í bløðini kunnu vera ein gongd leið. Tað gevur ið hvussu er útlendingunum avmarkandi atgongd.
Skulu vit lata tey vita, ella lata tey gita?
Tað er betur at vita, heldur enn at gita! Spurningurin er bara, um gitingarnar koma okkum aftur um brekkur, um vit goyma okkum, ella um myndirnar stuðla sannleikanum. Tað er ið hvussu er eymt, og ongantíð verða Sea Shepherd og Føroyingar samdir.
”Dýrdarinnar mentanarligi og vælsmakkandi arvur okkara má ikki gloymast, men goymast.” Spurningurin er bara hvussu?




