Ein 23 ára gamal maður varð í Føroya rætti dømdur 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, og hesin útlendingurin skal ikki vísa seg í Føroyum næstu fimm árini
Ein 23 ára gamal maður varð í Føroya rætti dømdur 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, og hesin útlendingurin skal ikki vísa seg í Føroyum næstu fimm árini
Tað var sunnunáttina, at Benjamin Mikladal í Klaksvík vaknaði av, at onkur var komin inn til hansara.
Hann greiddi sjálvur frá upplivingini í Degi og Viku mánakvøldið.
Sama kvøld handtók politiið ein 23 ára gamlan russara, sum var í rættinum í dag.
Maðurin var við einum russiskum skipi, sum lá í Ánunum, og hann greiddi í rættinum frá, at hann saman við nøkrum skipsfeløgum høvdu verið í býnum og drukkið nógv. Tað seinasta, hann mintist, var, at teir fóru út av einum vertshúsi, og tá misti hann hinar burtur.
Tað næsta, hann mintist, var, at hann farin í koyggjuna.
Fór til skiparan
Tá ið hann vaknaði, varnaðsit hann, at í lummanum hevði hann eina fartelefon og ein harðdisk, sum ikki vóru hansara.
Lutirnar hevði hann tveitt fyri borð.
Síðan var hann farin til skiparan og sagt, at hann helst hevði gjørt okkurt, sum hann ikki átti at havt gjørt.
Mánadagin fóru nakrir av skipinum farnir við honum til politiið, har hann meldaði seg sjálvan og varð handtikin.
Benjamin Mikladal, sum hevði fingið blátt eyga eins og russarin, greiddi gjølla frá, hvat var hent.
Hann vaknaði á sofuni og helt okkurt ikki rugga rætt, tí stovuhurðin stóð opin.
Fór at sláa
Hann sá ein mann inni og helt í fyrstuni, at hetta bara var ein fullur maður, sum var vilstur.
Benjamin Mikladal bað mannin fara, men óynskti gesturin fór at sláa eftir honum. Verturin slerdi frá sær, og teir rullaðu runt á gólvinum.
Meðan Benjamin Mikladal stríddist við at fáa mannin út, fekk hann albogan á manninum beint í andlitið.
Síðan ringdi hann til alarmsentralin.
Benjamin Mikladal segði seg einki síggja til, at russsarin var so fullur. Hann helt mannin vera edrúan.
Fekk skaðar
Benjamin Mikladal fór á skaðastovuna, og har varð staðfest, at hann hevði brotið høgra kjálkabein, og hitt var brákað.
Bæði ákærin, verjin og dómarin hildu, at russarin helst bara hevði ætlað at stjala, men tá Benjamin Mikladal vaknaði, leyp hin á, og tað bleiv tí til harðskap. Tískil var hetta eitt rán.
Umborð á skipinum fann politiið ein málning, sum var skorin út úr eini rammu. Russarin segði, at hann hevði funnið málningin í einum ruskdunga, ein dag teir høvdu verið í Havn. Hann hevði sjálvur skorið løriftið úr rammuni.
Politiið veit ikki, hvaðani málningurin stavar, men á hon stendur Maria 1995.
Ákærin vildi hava mannin dømdan minst eitt ár í fongsul, men dómarin ásetti dómin til 10 mánaða fongsulsrevsing og ikki at koma aftur til Føroya næstu fimm árini.
Russarin hevur tvær vikur umhugsanartíð at kæra dómin, og ímeðan bíða verður eftir, at hann hevur tikið støðu og møguliga skal í landsrættin skal hann sita í varðhaldinum í Mjørkadali.
Russarin, sum var sín fyrsta túr til skips, hevði eitt ynski, og tað var at sleppa at ringja heim til familjuna í Murmansk. Annars bað hann um umbring fyri tað, sum hann hevði gjørt, sjálvt um hann ikki mintist nakað.




