Góðan morgun: Hvat er góður fólkaskikkur. Skal vesikummubrettið liggja niðri, tá ið ein gestur kemur á vesið, ella skal vesikumman vera ber og køld?
Góðan morgun: Hvat er góður fólkaskikkur. Skal vesikummubrettið liggja niðri, tá ið ein gestur kemur á vesið, ella skal vesikumman vera ber og køld?
Ert tú maður, kann hetta mest sum gera tað sama. Flestu menn standa og pissa, og tá kann gera tað sama, um kumman er ber ella bretti fjalir køldu vesikummuna. – Men kvinnur sita, tá ið tær gera av sær á vesinum og ger vesikummubrettið einans mun, tá ið tað liggur.
Kjak hevur staðist á samvirke.dk, hvat er rættast at gera sum húsfólk. Er tað ófólkaligt, at lata kummuna vera bera, ella er tað líka mikið.
Tey flestu er samd um, at vesikumman við liggjandi bretti er meira innbjóðandi og gestablíðari enn ein vesikumma við standandi bretti. Sagt verður at ein ber vesikumma á ein hátt ’diskriminerar’ kvinnuna.
Tað verður heitt á kvinnurnar, um tær koma inn á eitt vesið við berari kummu, at tær skulu pissa á kantin, fyri at vísa sína ónøgd.
Boðini eru til mannin, at tá ið hann er liðugur at spula við slanguni, skal leggja brettið niður á aftur, ’har tað hoyrir heima’.




