Sigur stjórin á Looknorth, Árni Skaale, sum 2001 byrjaði framleiðslu av EPS (ekspanderbart poly styren) kassum til alivinnuna.
Tá Looknorth byrjaði sítt virksemi var fyrst og fremst hugsað um framleiðslu til alivinnuna.
– Tað er greitt at alivinnan, sum framvegis er okkara stórsti kundi, ikki kemur at halda fram í verandi líki.
– Longu í mars komandi ár fer framleiðslan av kassum til alivinnuna at minka munandi, og tí er tað avgerandi neyðugt um okkum skal vera lív lagað, at vit megnað at finna aðrar marknaðir og framleiðslu.
– Tí havi eg brúkt stórsta partin av mínari orku til at finna aðrar marknaðir, og vit trúgva upp á at tað fer at eydnast okkum.
Kunnu eisini framleiða úr hørðum plasti
Fyri umleið einum árið síðan keypti Looknorth eina formstoypimaskinu, sum varð ætlað til framleiðslu av flóti kúlum til trol.
Árni Skaale sigur at arbeiði við at menna flot kúlurnar hevur tikið drúgva tíð, tí tað hevur stóran týdning fyri virkið at flot kúlurnar hava tann kvalitet, sum fiskiflotin krevur.
– Higartil hava vit framleitt einar 2-3000 kúlur, men tær eru bert brúktar til royndir av ymiskum slag. Eisini hava vit sjálvir verið noyddir at ment royndar tól til at testa kúlurnar við tvs. at kúlurnar skulu klára eitt ávíst trýst (dýpið) og hava ávísa slag stryki sum krevst tá tær verða handfarnar á troldekkinum.
– Vit fara ikki á marknaðin við einari vøru, sum vit ikki hava fult álit á tí koma vit fyrsti í ringt orð so verður livitíðin hjá okkum sera stutt.
Stjórin á Looknorth sigur, at teir saman við POMEK hava ment trýst- og slag testararnar.
Nýggj framleiðsla
– Hóast vit keyptu stoypimaskinuna við tí í hyggju at framleiða flot kúlur, so kann stoypi maskinan jú brúkast til ein breiða viftu av plast vørum, og tí hava vit frá fyrsta degi leita eftir hugskotum til aðra framleiðslu.
– Ein dagin var eg ein túr við Dúgvuni og kom at sita saman við m.ø. Jóhan David Joensen og Egil Johansen. Tosið kom inn á stoypimaskinuna hjá okkum og teir fóru at tosað um at í samband við saltfiskaframleiðslu høvdu teir ein ávísan trupuleika.
Teir útflyta saltfisk í 500 kg. Pappeskjum og fyri at stíva papp dósirnar av, seta teir timbur stólpar út í hornini á kassunum. Men timbur er jú ikki matvøru góðkent og tí eru teir noyddir til at klæða stólparnar.
– Hetta hugskotið tók eg so við mær og byrjaði at hugsað um at framleiða stólpar úr palsti, og fór eg beinanvegin undir at gera kanningar. Eg tosaði við Eystís og Kósina, og ein mánað aftaná høvdu vit eina útrokning og eina tekning av hvussu stólpin skuldi síggja út.
– Fyrst í juni fingu vit so fyrsta formin og kundu fara undir framleiðslu av fyrstu proto-typuni. Stutt eftir fingu Kósin og Eystís fyrstu sendingina av stólpum og teir byrjaðu so at pakkað og alt gekk væl.
Fingu trupuleikar við stólpunum
– Tá dósirnar við saltfiski koma til Spania ger móttakarin hjá Eystís vart við at hann hevur ávísar trupuleikar við stólpunum. Teir hava lindi til at brotnað um tvøran, og tí fáa vit hesar stólparnar aftur og fara at kannað teir.
– Tað vísir seg at stólparnir er nóg sterkir til trýstið, sum teir koma undir, men fáa teir eitt slag inn á miðjuna, støkk teir sundur.
– Eitt sum eisini er áhugavert er at kundin hjá Kósini hevur ongar trupuleikar við stólpunum, so tað kundi bent á at tað er ymiskt hvussu hand faringin er av pakkunum tá teir koma til kundan.
– Vit fóru tó beinanvegin í holt við at loysa trupuleikan og kom hetta at taka einar 3-4 mánaðar.
– At enda funnu vit fram til ein hátt at styrkja stólparnar og í november høvdu vit ein nýggjan form, og byraðu aftur at famleiða stólparnar.
– Stólpin líkist nógv tí fyrra og heldur til sama trýst, men hann er sterkari og tolir munandi meiri slag.
– Eisini líkur stólpin nú treytir um sporbari soleiðis at vit til ein hvørja tíð kunnu siga nær einstaki stólpin er framleiddur.
Dýrt at gera royndir
Stjórin í Looknorth, Árni Skaale, sigur at tað kostar nógvan pening at gera royndir og at finna fram til nýggjar vørur.
– Um vit hyggja eftir tíðini og kostnaðinum nú vit eru byrjaðir at framleiða stólpar til saltfiska kassar, so hava vit brúkt einar 3 til 400.000 krónur til at menna stólpan.
– Í hesum sambandi má eg nevna at vit fingu góða hjálp frá Tummas Paula Mýru, sum er ráðgevi hjá bretska oljufelagnum BP. Teir játtaðu okkum stuðul til menningina og tað eru vit sera fegnir um og hevur tað eisini havt stóran týdning fyri okkum.
– Íløgan í stoypi maskinuna, saman við royndar tólunum, kosta okkum umleið 2,5 milliónir krónur til samans.
Nýggj framleiðslu hvønn mánaða
Tað má sigast at teir á Looknorth seta sær høg mál. Teir ætlað nevnuliga at virkið skal megnað at koma við einari nýggjari vøru hvønn mánaða.
– Mál okkara er at vit skulu hava ein framleiðslu við nógvum ymiskum vørum.
– Vit skulu koma so langt at vit hvønn mánaða kunnu fara undir nýggja framleiðslu, men tað er klárt at tað krevur gott fólk við nógvum hugskotum, og her vóna vit at vit fáa hjálp uttaneftir.
– Vit eru opnir fyri fólki, sum situr inni við góðum hugskotum, og her hugsað vit eisini um skúlaungdóm, sum arbeiða við ymiskum verkætlanum.
– Kemur onkur við einum góðum hugskotið, so eru vit til reiðar at brúk tíð, orku og pening fyri at fáa hugskotið til veruleika, sigur Árni Skaale.




