Sky video: Carragher og Neville kjakaðust í gjárkvøldið um støðuna í Tottenham, har leiðslan hevur boðað frá, at støða verður tikin eftir kappingarárið, um venjarin Tim Sherwood skal halda fram ella ikki. Hann hevur sáttmála eitt ár afturat.
Sky Sports hevur fyrrverandi Liverpool leikaran Jamie Carragher og fyrrverandi Manchester United leikaran Gary Neville í studio’num hvørt mánakvøld til eitt vælumtókt kjak um heitastu evnini í Premier League.
Niðanfyri kjakast teir um støðuna í Tottenham.




