Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skal venja við liði í bestu donsku hondbóltsdeildini

Jákup Ósá

Ein strandingur fer nú til Danmarkar at spæla hondbólt, har hann m.a. skal venja fast tvær ferðir um vikuna við HC Midtjyllandi í bestu donsku mansdeildini.

Ein strandingur fer nú til Danmarkar at spæla hondbólt, har hann m.a. skal venja fast tvær ferðir um vikuna við HC Midtjyllandi í bestu donsku mansdeildini.

Talan er um Allan Norðberg, sum seinastu árini hevur verið eyðsýndur á STÍF liðnum. Hann váttar fyri Norðlýsinum, at hann nú fer av niður til Danmarkar at spæla hondbólt.

– Eg fari niður eftir summarfrítíðina at spæla hondbólt. Eg skal venja tvær ferðir um vikuna við Ikast og 2 ferðir um vikuna við besta liðnum hjá HC Midtjyllandi, sum spælir í bestu donsku deildini. Fyribils verið eg ikki knýttur at nøkrum felagi, men eg fari at gera mítt besta og so taki eg tað har frá. Sjálvandi hevði tað verið stuttligt at fingið sáttmála, men eg taki tað fyrst og fremst sum eina uppliving, sigur Allan Norðberg við Norðlýsið.

Hann hevur áður royndarvant í Aalborg Håndbold og har var áhugi at fáa hann niður aftur at spæla. Tá var tað Christian Muller, sum fekk royndarvenjingina í lag og tað er eisini hann, sum hesaferð hevur fingið avtalurnar í lag. Hann er í dag ungdómsvenjari hjá Aalborg Håndbold.

Eisini formaðurin í STÍF, Alexandur Johansen, fegnast um, at Allan fer at royna seg uttanlands.

– Tað hevði verið stuttligt, um føroyingar kundu fingið ein leikara at spælt á hægsta stigi í Danmark, sigur hann við Norðlýsið.