Pauli G. Hansen spælir neyvan næsta ár, men Skála formaðurin Kaysten Rasmussen sigur, at felagið ynskir at styrkja seg við meira enn einum leikara.
Skála er nýtt lið í Effodeildini. Hópurin telur tó nakrar leikarar við smávegis royndum úr bestu deildini, men eingin ivi er um, at tað er ein stór uppgáva, ið bíðar eftir teimum. Eliesar Olsen heldur fram sum venjari, men enn hevur liðið ikki kunngjørt nakran nýggjan leikara.
– Vit arbeiða við ymiskum, men vit kunngera einki fyrr enn tíðin er búgvin til tað. Ynskiligt er, at styrkja liðið við royndum føroyskum leikarum fyri at umganga stríðið av umsiting við útlendingum, sigur Kaysten Rasmussen.
Jónhard Frederiskberg(NSÍ), Andras Frederiksberg(NSÍ) og Pætur Dam Jacobsen(EB/Streymur) eru millum leikararnar, ið áður hava spælt við Skála og sum kunnu hugsast at koma aftur, tá Skála leitar eftir styrki. Men formaðurin Kaysten Rasmussen heldur kortini tætt at kroppinum og hevur ongar viðmerkingar til, um nakar av hesum leikarunum spælir við Skála næsta ár. Men fyrrverandi landsliðsleikarin Pauli G. Hansen spælir neyvan aftur í bestu deildini.
– Pauli boðaði EB/Streymi frá sínari støðu eftir 2012, at hann ikki spældi meira á Effodeildar støðið og vit arbeiða útfrá, at hann spælir ikki við okkum (ella nøkrum øðrum, blaðm.) í Effodeildini. Vit virða hansara støðu og eru glaðir fyri, at hann vildi hjálpa okkum í seinnu hálvu í ár. Hann er altíð vælkomin til okkum og tað veit hann, sigur Kaysten Rasmussen við Norðlýsið.
Mynd: Herborg Lamhauge




