Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skála gjørt eitt hál: Fýra nýggir leikarar komnir

Jákup Ósá

Skála brynjar seg veruliga út til komandi kappingarár nú fýra nýggir leikarar eru komnir til.

Skála brynjar seg veruliga út til komandi kappingarár nú fýra nýggir leikarar eru komnir til. 

Mamuka Toronjadze(FC Suðuroy), Valeri Iobashvili(FC Suðuroy), Andras Frederiksberg(NSÍ) og Michal Przybylski (B68) eru komnir til Skála í vikuskiftinum. Tað boðar felagið frá. Teir hava allir gjørt sáttmála við Effoliðið fyri komandi kappingarár. Teir báðir fyrru hava verið profilar hjá FC Suðuroy, har Mamuka hevur skorað 25 mál hesi bæði seinastu árini (17 í 1.deild), meðan Iobashvili er verjuleikari. Andras er miðvallaleikari og upprunaliga uppvaksin á Skála, men hevur seinastu tvey árini spælt við NSÍ, har hann tó hevur drigist við stórar skaðar. Nú er hann frískur og tøkur til kappingarárið 2017. Michal, ið er miðvallaleikari, var millum ljóspunktini hjá B68 í ár, har hann skoraði 3 mál og legði upp til 5 mál. 

Skála missir eisini nakrar leikarar. Fritleif í Lambanum er farin til ÍF, svenskarin Rasmus Anderson heldur ikki fram, Rógvi E. Nielsen var leigaður frá EB/Streymi og spælir við EB/Streymi í 2017, meðan Pauli G. Hansen helst ikki spælir í 2017.