Skála spældi á útivølli móti 07 Vestur síðsta sunnudag.
Skála spældi á útivølli móti 07 Vestur síðsta sunnudag.
Dysturin endaði 0-0 og sambært heimasíðuni hjá 07 Vestur, so var talan um dyst við fáum møguleikum, har bæði liðini løgdu dent á verjuspælið og tí ikki satsaðu tað stóra frameftir vøllinum. Tað eydnaðist væl, tí einki mál kom í dystinum. Helst hevur Skála eisini havt dystin í Klaksvík komandi sunnudag í huganum, har verjuspælið verður týdningarmikið og tað sama er galdandi fyri 07 Vestur, ið kann vænta ein truplan dyst á útivølli móti HB.
Byrjanaruppstillingin hjá 07 Vestur sambært teirra egnu heimasíðu:Ivan Stojkovic; Sigtór A. Petersen, Sølvi Egilsson (Gunleif), Petter Bjørlund (Martin), Petur G. Dalbø (Tór-Ingar); Janus S. Samuelsen, Høgni E. Nielsen; Jóannis á Steig (Jákup), Holgar Durhuus, Torstein Mýlingstind; Ken Fagerberg.
Eyka:Silas Eyðsteinsson, Gunleif Magnusarson, Martin Tausen, Tór-Ingar Akselsen, Jákup S. Olsen, Teitur Olsen, Niels Mouritsen.
Skála spældi við hesum liðnum (4-3-3/4-5-1): Andras Gango – Ari Olsen, Jákup Jacobsen, Valierian Iobashvili, Leivur Joensen – Pætur Dam Jacobsen, Edvin Jacobsen, Andras Frederiksberg – Michal Przbylski, Brian Jacobsen, Mamuka Toronjadze. Skála manglaði m.a. Ólav Mikkelsen, Jónhard Frederiksberg og Jákup Johansen, men teir vera allir tøkir sunnudagin.




