Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skála hevur funnið stevið

Jákup Ósá

Hagtøl, karakterur og besti leikari í Skála fyrsta triðingin av Effodeildini.

Skála liggur á 7. plássi í Effodeildini fyri fyrsta triðingin. Sum uppflytari er hetta helst ein støða, sum teir á Skála eru væl nøgdir við. Niðanfyri verður mett um liðið hjá Skála fyrsta triðingin.

Toppskjútti:

1. Jonhard Frederiksberg 3 mál

2. Álvur Christiansen 2 mál

Flest upplegg

1. Jákup Johansen og Álvur Christiansen 2 upplegg

Deyðbóltar fyri: 3

Deyðbóltar ímóti: 6

Størst prosent part av málunum mált í málum og uppleggum:

44 %: Álvur Christiansen (antin skorað ella lagt upp til 44 % av málunum hjá Skála)

Besti leikari: Jonhard Frederiksberg

Hjá Skála leikarunum hava avrikini verið óstøðug. Summar dystir hevur Pætur Dam Jacobsen í miðverjuni verið tann mest sannførandi, summar dystir Pauli G. Hansen á miðvøllinum og í seinastuni er Jákup Johansen kanska tann mest eyðsýndi. Ari Olsen og Álvur Christiansen hava eisini havt sínar góðu dystir. Men valið samanlagt fellur á toppskjúttan og tann royna Jonhard Frederiksberg. Spældi hálvskaddur fyrstu umførini, men hevur spælt væl eftir umstøðunum og hevur røkt nógv ymisk pláss og er tí sera virðismikil fyri hópin. Móti TB seinast var hann lykilin, tá Skála vann sín næsta sigur í ár.

Karakter til Skála: 7

Skála hevur staðið royndina higartil, tí 9 stig er brúkbart hjá einum uppflytara. Liðið vann eitt av toppliðunum og tapti ongan dyst móti niðaru liðunum. Tað hevur stóran týdning. Fyrstu umførini spældi liðið sera verjukent, men tað tykist sum at álopsspælið er ment seinastu dystirnar, har serliga Jákup Johansen hevur givið liðnum nakað skapandi. Skála hevur ikki tapt seinastu fýra dystirnar og líkist nú tí liðnum, sum mong væntaðu undan kappingini fór at klára at hóra undan niðurflyting.

Karakterirnir vera givnir soleiðis:

10: Heimsklassa avrik

9: Framúrskarandi avrik

8: Gott avrik

7: Yvir miðal avrik

6: Miðal avrik

5: Undir miðal avrik

4: Toluligt avrik

3: Vánaligt avrik

2: Sera vánaligt avrik

1: Pínligt avrik